Síðani 2007 hevur FM1 sent Gullradio til heiðurs fyri FM-vinnarunum í bestu mansdeildini í fótbólti. Tríggjar ferðir hevur FM1 havt Gullradio fyri B36, Tvær ferðir fyri Víkingi, tvær ferðir fyri EB/Streymi og eina ferð fyri NSÍ. Í morgin verður fjórða Gullradio fyri HB. Talan verður um 12. Gullradio í søguni hjá FM1.
Millum klokkan 15.05 og 15.55 verður ein drúgv ljóðkavalkada við brotum frá dystarfrásagnum og samrøðum við HB-arar frá teimum 27 umførunum í Betrideildini í ár.
Klokkan 16.10 verður sett beinleiðis niðan í HB-húsið, har Petur Asbjørn Lervig prátar við HB-spælarar og venjara.
Aftaná klokkan 17.15 koma gestir í studio í Krosslíð 2 í Havn. Teir verða Klæmint Isaksen, fysioterapeutur, Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB, og prátað verður eisini við HB-fjepparar
Klokkan 18 fer Tróndur Arge at taka samanum avrikið hjá ymisku spælarunum hjá HB anno 2018.
Fólk kunnu smsa eina heilsu inn til FM-vinnararnar, HB á nummar 559999.
Øll prát verða løgd út á in.fo, og vit finna eitt høvið til endursending seinni í vikuni. Lurtið við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.