12 ára gomul til US-open

Bert 12 ára gamli Alexis Thompson skrivar søgu, tá US Open í golf byrjar um tvær vikur. Talan er nevnliga um so yngsta luttakaran í søguni. Gamla metið átti Morgan Pressel, sum í dag er 19 ár. Alexis hevur vunnið seg gjøgnum undankappingina, og tí er hon púrasta vís í at taka lut í høvuðskappingini, tá hendan byrjar.