12 stilla upp fyri Tjóðveldi

Tveir gera comeback á vallistanum hjá Tjóðveldi, meðan onkur annar hevur skift úr øðrum flokki og á tjóðveldislistan

Á tíðindafundi í morgun kunngjørdi Tjóðveldi, hvørji teirra valevni vera til fólkatingsvalið 18. juni.

 

- Vit hava sett eitt sterkt lið saman, sum umboðar alt landið, segði Høgni Hoydal, formaður floksins.

 

Valevnini eru:

Pauli T. Petersen, Vestmanna

Páll á Reynatúgvu, Sandur

Torbjørn Jacobsen, Glyvrar

Magni Arge, Argir

Annita á Fríðriksmørk, Hoyvík

Tór Marni Weihe, Hoyvík

Sirið Stenberg, Vágur

Kristina Háfoss, Hoyvík

Høgni Hoydal, Hoyvík

Gunvør Balle, Argir

Óluva Klettskarð, Klaksvík

 

Jóhann Lützen, Klaksvík

 

Listin inniheldur í stóran mun væl kend nøvn. Fimm av teimum seks tinglimum floksins stilla upp. Sambært Høgna Hoydal hevur Bjørt Samuelsen boðað frá, at hon ikki ynskti at stilla upp til fólkatingsvalið, men vil miðsavna seg um aðrar uppgávur, og kanska eisini onnur val.

 

Torbjørn Jacobsen stillar upp aftur, eftir at hava hildið ein steðg úr politikki í fýra ár. Magni Arge ger eisini comeback, á ein hátt. Hann stillaði upp til løgtingið í 1988 og sat eitt stutt skifti inni sum varamaður.

 

Pauli T. Petersen er eitt nýtt navn í tjóðveldishøpi. Hann hevur so seint sum hetta valskeiðið, siti á tingi fyri Fólkaflokkin, men stillar altso til val fyri Tjóðveldi til komandi fólkatingsval.

 

Tey bæði umboðini hjá Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð, Óluva Klettskarð og Jóhann Lützen, stilla bæði upp, og seinastur á listanum er umboðið hjá Unga Tjóðveldi, Tór Marni Weihe, sum longu hevur boðað frá, at hann eisini er umboð ungmannafelagsins til løgtingsvalið seinni í ár.