Í gjár var frestin úti at stilla upp til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu. Sjey kvinnur og fimm menn stilla upp
Eftir fund í valnevndini, ið skal góðkenna listan, er nú greitt at hesi stilla upp:
Poula Apol
Marita Arge Magnussen
Jóannes Dalsgarð
Brynhild Danielsen
Grete Ellingsgaard
Sólbjørn Jacobsen
Gunnvør Joensen
Jákup Lindenskov
Jørgen Winther Lützen
Mortan Rasmussen
Marjun Sigurdardóttir
Ása Østerø
Tilsamans 12 borgarar hava nýtt høvið at stilla upp til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu. Hetta eru 5 færri enn undanfarna val, ið var hitt fyrsta. Tá vóru 12 kvinnur og 5 menn, ið stillaðu upp. Nú eru kynsbýtið nakað javnari, hóast kvinnurnar hava munin. Hesu ferð stilla 7 kvinnur og 5 menn upp til Eldraráðið.
Úr gomlu nevndini hava 7 fyrstvald og eykavald valt at stilla upp aftur, teirra millum forkvinnan Marita Arge Magnussen. Tveir nevndarlimir og ein eykalimur valdu ikki at stilla upp aftur.
Atkvøðuseðlar til Eldraráðið í Tórshavnar kommunu verða sendir út í komandi viku. Atkvøtt verður við brævi, sum skal verða Snarskivuni í hendi í seinasta lagi á middegi, t.e. klokkan 12, týsdagin 7. oktober 2008.
Uppgávan hjá Eldraráðnum er at gera vart við viðurskiftini hjá eldru borgarunum í høvuðsstaðarkommununi og geva býráðspolitikarunum góð ráð, áðrenn teir taka avgerðir, ið sum frá líður viðkoma øllum borgarum í Tórshavnar kommunu. Valda ráðið tekur við eftir ársskiftið og situr í fýra ár.