Tað eru framvegis nógv foreldur og onnur vaksin, sum ikki spenna børnini í trygdarbelti.
Tað staðfestir løgreglan, nú hon rættiliga er farin í hernað ímóti bilførarum, sum ikki virða lógina um at brúka trygdarbelti.
Higartil í ár hava heili 120 bilførarar fingið bót fyri at hava børn undir 15 ár í bilinum, uttan at tey vóru í trygdarbelti, soleiðis sum lógin fyriskrivar.
Talan kann vera um, at børn undir 15 ár vóru í bilinum, uttan at tey sótu í trygdarbelti.
Men talan kann eisini vera um, at børn undir 135 sentimetrar ikki høvdu pútu at sita á.
Tað er nevniliga ikki nóg mikið at spenna børn undir 135 sentimetrar í trygdarbelti, tey skulu eisini sita á pútu.
Síðani skúlarnir byrjaðu aftur hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burturúr at kanna bilførarar, sum koyrdu børn í skúla um morgnarnar.
Í hesum sambandi hava allir skúlar í landinum fingið vitjan av løgregluni tvær ferðir, uttan onkrir fjarskotnir smáskúlar.
- Nógv tey flestu koyrikortini, vit hava klipt, hava vit klipt hendan seinasta mánaðin, sigur løgreglan.
Hon sigur, kortini, at í nógvum førum var støðan munand frægari aðru ferð ferðslan varð kannað.
- Men okkara royndir siga, at tað gongur ein tíð, so er aftur galið aftur, tí tað vísir seg, at bilførarar skulu mestsum haldast til við støðugum eftirliti, sigur løgreglan.
Tey hava eisini lagt til merkis, at sum heild er støðan verri á smáplássum enn á teimum størri plássunum
- Á onkrum smáplássum hevur næstan annarhvør bilførari fingið klipp í kortið.
Annars hava 230 vaksin fólk fingið bót tí at tey brúktu ikki trygdarbelti.
Eitt annað lógarbrot, sum tað vísir seg at vera ringt at venja bilførarar av við, er at tosa ú handhildnari fartelefon ímeðan teir koyra
- Í ár hava heilir 420 bilførarar hava fingið bót fyri at tosa í handhildnari fartelefon, sigur løgreglan.
Les eisini: http://www.in.fo/news/26-i-bussi-uttan-belti/