125 ár og blómar av nýggjum

Fabrikkin hjá Öström hevur á sínum 125. ári endurfunnið ungdómin. Í dag er bygningurin, sum tey flestu minnast best sum timburhandil, karmur um ein vinnu- og mentanardepil, ið húsar steinprenti, fotostudio, tónleikastudio, samskiftisvirki umframt list av øllum handa slagi

24. juni 1887 stóð bygningurin hjá The Normal Company liðugur í Rættará í Havn. Í 1894 keypti Jacob Lützen bygningin fyri 2000 krónur, eftir at The Normal Company varð lýst á tvingsilssølu. Í fabrikkini hjá Öström, sum tað bleiv rópt, varð farið undir at framleiða olju og lýsi úr fiskaúrdrátti, hvali og kópi. Síðani hevur alt frá konservesframleiðslu, timburvirksemi, olju-, bensin- og petroleumssølu til bakarí, spinnarí, skómakarí, framleiðsla av rabarbusúltutoy, ísframleiðsla og goymsluvirksemi verið í fabrikkini hjá Öström.

Soleiðis var tað fram til 2003, tá Lützen’s Timburhandil yvirtók alt virksemið í fabrikkini. Seks ár seinni, í 2009, byrjaði tað, sum vit í dag kenna sum tað nýggja Öström. Tá lat Jan Andersson upp grafiska verkstaðin Steinprent og framsýningarhøli í gomlu fabrikkini. Tvey ár seinni fór Jónas Bloch Danielsen undir tónleikaframleiðslu í Öström, tá hann byrjaði Studio Bloch. Hetta var í 2011 og sama ár flutti Høgni Heinesen eisini inn og byrjaði fotostudio har.

Í ár vórðu dyrnar latnar upp fyri almenninginum, tá Festi byrjaði virksemi innan samskifti og samleika, og undir vørumerkinum Öström fór undir at reka nýumvældu hølini sum depil fyri vinnu og mentan.


Mentan og vinna

Fabrikkin hjá Öström hevur verið í familjuni síðani 1894, tá Jacob Lützen keypti bygningin. Í dag er tað Sp/F Rættará, sum eigur Öström og er tað oldurabbasonur Jacob, Heine Lützen, ið er stjóri í felagnum.

– Tað er ótrúliga stuttligt, at hetta ber til við eini fabrikk, sum upprunaliga varð brúkt til at framleiða olju og lýsi úr fiskaúrdrátti. Og Steinprent til dømis var eitt frystarí, tað var lokala og kollektiva frystiboksin í Havn, greiðir Heine Lützen frá, um nýggja vinnu- og mentanardepilin í høvuðsstaðnum.

Hann og hini trý systkin hansara, sum eiga fabrikkina, hava leigað hølini í bygninginum út til privatar leigarar. Steinprent, Studio Bloch, Heinesen myndir og so Festi, sum hevur stóru hølini, ið verða rikin sum ein vinnu- og mentanardepil og handil við føroyskum listahandverki.

– Tað er ikki tí, at vit hava verið fantastisk at marknaðarføra okkum, men tað er tí, at dyrnar eru latnar upp fyri fólkinum, at Öström er vorðið so vælumtókt. Hetta er ein ópussað perla, sum vit nú hava ábyrgd av. Hølini hava ikki verið atkomilig. Tú kom fyri at keypa hegn og okkurt annað, men annars hevði tú eingin ørindi her. Nú eru tað 15 framleiðandi listafólk, sum sýna fram og selja í handlinum, meðan hølini í erva verða brúkt til vinnu- og mentanartiltøk, sigur Poul Clementsen, stjóri í Festi.


1500 fólk á vitjan

Tað var 29. mars í ár, at handilin í Öström lat upp. Í hølunum í erva hava fyritøkur, feløg og virkir leigað seg inn til virksemi av alskyns slagi. Ætlanin hjá Festi og Poul Clementsen er, at hetta skal fíggja non-profit tiltøkum í hølunum um kvøldarnar.

– Snúðningspunktið í øllum hesum er, at mentanartiltøk ikki skulu kosta. Her hjá okkum skulu listafólk sleppa framat, sum veruliga hava nakað upp á hjartað, og tað skulu fólk sleppa at uppliva, greiðir Poul Clementsen frá.

Úrslitið er, at ein hópin av tiltøkum hava verið í hølunum higartil. Og fólk hava sanniliga tikið væl í móti tí. Besta dømið um hetta var á mentanarnáttini, tá okkurt um 1500 fólk vitjaðu Öström. Hesi høvdu tá eisini møguleikan at síggja verkstaðin hjá Steinprent, Studio Bloch, Heinesen myndir og tað, ið Öström annars rúmar og sum vit vísa á hesum síðum.