Í vesturspanska býnum Ciudad Rodrigo koppaði eitt gosvatn, tá nógv fólk savnaðust við tað undir hátíðarhaldinum. Ein persónur læt lív í vanlukkuni.
Sambært sponsku tíðindastovuni EFE var tann deyði ein 13 ára gamal drongur.
Stutt eftir miðnátt fekk alarmsentralurin eina rúgvu av fráboðanum, og løgregla og sjúkrabilar fóru beinanvegin á staðið.
Tveir persónar vórðu so álvarsliga skaddir, at teir vórðu fluttir á sjúkrahús. Annar teirra doyði seinni av løstunum, meðan ongar nærri upplýsingar eru um støðuna hjá hinum skadda.
Fagnaður hevur verið um alt Spania eftir HM-sigurin, bæði í Madrid og í fleiri øðrum býum.











