13 deyð í bussvanlukku

13 fólk doyðu, og 10 onnur fingu skaða, tá ein bussur fór út av vegnum og datt niður í eina gjógv í fjøllunum har norðuri í Taiwan klokkan hálvgum seks í morgun okkara tíð.

Tíðindastovan AFP sigur frá einum embætismanni, at tey flestu av teimum 22 ferðafólkunum í bussinum vóru í seksti- og sjeytiárunum, og at øll vóru úr Taiwan.

Tey, sum fingu skaða, vórðu flutt á sjúkrahús, og sum skilst hevur eitt teirra fingið stóran skaða. Bussførarin er millum teirra, sum eru á sjúkrahúsinum, men tað er ikki greitt enn, hví bussurin fór útav, skrivar AFP.