Fýra ferðir 13. Úrslitið, tey flestu droyma um, men bert fá nakrantíð sleppa at uppliva. Og so til endaligu próvtøkurnar enntá.
Hetta er als ikki so óveruligt. Í Vestmanna hittu vit í gjár hósdagin tvey sysktin, Rannvá og Jógvan Guttorm, sum júst eru liðug við endaligu próvtøkurnar. Og hvør sær hava tey bæði tvey hálað hvør síni tvey 13 tøl heim til húsa. Vit hava fingið eitt prát við tey bæði, um hvat skal til fyri at fáa toppkarakterin, um framtíðina og um lívið sum nýklakt pisa.
Okkurt óvanligt
Fyri at koma heilt upp á tann allarhægsta karakterin, skal sum oftast okkurt heilt serstakt til. Rannvá er liðug við læraraútbúgvingina á Læraraskúlanum, og fekk til endaligu royndirnar toppkarakterin 13 í námsfrøði og sálarfrøði. Hon skrivaði uppgávu saman við miðvágsdamuni Kristinu Jørgensen, og saman vardu tær uppgávuna. Men hvat var tað, sum gjørdi, at tit fingu tvær ferðir 13 í námsfrøði og sálarfrøði?
- Teir søgdu við okkum, at vit vóru nýskapandi við okkara uppgávu. Vit vildu ikki lata okkum verða nøgdar við at brúka øll tey donsku orðini, og valdu ístaðin sjálvar at tulka hesi orðini til føroyskt – orð, ið ongantíð áður eru søgd á føroyskum, greiðir Rannvá frá.
Áhugin fyri føroyskum er sum so ikki nakað, ið er komið inn við móðurmjólkini hjá Rannvá. Hjá henni kom tað nokk fyrst eftir at tey fluttu heim til Føroya aftur, eftir eitt tíðarskeið í Danmark.
- Tá haldi eg, at babba hevði hug at rætta upp á okkum onkuntíð, tá tað vóru í so nógvar danismur í málinum, tá vit prátaðu, sigir Rannvá. Hon leggur tó afturat, at áhugin fyri tí føroyska fyrst av álvara fór at gera um seg, tá hon var komin á Læraraskúlan og fekk Árna Dahl til undirvísara.
- Tað fekk ordiliga áhugan at vaksa, staðfestir Rannvá.
Hesin áhugin endaði sum sagt við, at tær báðar í uppgávuni og royndini nýttu teirra egnu føroyskaði orð, heldur enn vanligu donsku fakorðini, ið ongan líka eiga í føroyskum.
Enskt hevur altíð drigið
Hjá Jógvan Guttorm hevur tað ongantíð verið tað føroyska, sum hevur verið sterka síðan. Hann hevur altíð verið stinnari í donskum og enskum.
- Tá eg var minni, havi eg altíð lisið nógv Anders And bløð, Jumbo-bøkurnar og sovorið. Eg havi eisini altíð hugt eftir enskt-talandi teknifilmum, og eg haldi eisini, at eg altíð havi verið heldigur við lærarum, greiðir Jógvan Guttorm frá. Hann er nú júst liðugur við Hægri Handilsskúla, og til endaligu royndirnar fekk eisini hann 13 í bæði skrivligum og munnligum enskum.
Tá Jógvan Guttorm nú er liðugur, ætlar hann sær at læra til teldustøðing. Tað hevur altíð ligið væl fyri hjá honum við teldum, og hann dylir heldur ikki fyri, at tað nokk fyrst og fremst er orsakað av teldunum, at hann hevur havt so stóran áhuga í enskum.
- Tað ávirkar nokk eisini tann vegin, at av tí at næstan alt á teldum er á enskum, so verður tú sterkari í tí, tá tú situr við tí dagliga, ásannar Jógvan Guttorm.
- Ja, Jógvan Guttorm vildi hava meg at lesa uppgávuna gjøgnum, áðrenn hann lat hana inn, men eg fekk bara lisið inngangin, og tá skilti eg næstan tað ikki eingong, so fínt enskt var tað, greiðir Rannvá frá.
Manglar eyka stimulering
Hjá teimum báðum Rannvá og Jógvan Guttorm var tað altso áhugin fyri evninum, sum fekk tey at dríva á og nú í endaligu próvtøkunum lyfti tey upp á hægsta karakterin. Men stóra passiónin hjá Jógvan Guttorm er ikki enskt, men teldur. Og áhugan fyri teldum fær tú ikki dyrkað heilt út í føroyska skúlaverkinum.
- Jú, vit høvdu KT í Handilsskúlanum, men tað var meira at læra at brúka Microsoft Word, Excel og onnur forrit, og tað var heilt niðuri á byrjunarstøði, heldur Jógvan Guttorm.
Hann hevði helst sæð, at tey, ið hava áhugan fyri teldum, eisini fingu møguleika at fylgja tí áhuganum.
Framtíðin
Nú er summarið komið, og próvtøkurnar av. Hjá Rannvá og Jógvan Guttorm hilnaðist bara væl við hesum próvtøkunum. Áðrenn Jógvan Guttorm fer at byrja upp á víðari útbúgvingar, ætlar hann sær at arbeiða í summarferiuni.
– Vónandi finni eg okkurt, greiðir hann frá.
Annars er tað bara at halda summarferiu.
Hjá Rannvá stendur fyrst fyri at fara til Suðuroyar at halda jóansøku saman við makanum og børnunum. Tá jóansøkan er av, verður eisini tíð at fara undir at fyrireika næsta kapittulin í lívinum. Rannvá hevur nevniliga longu fingið starv í heimbygdini Vestmanna, har hon komandi skúlaár verður flokkslærari hjá einum 1.flokki.