13 vilja taka yvir á brúnni á Smyrli

Tað erðu ongin trupulleiki at fáa nýggjar skiparar til Smyril, nú báðir hava sagt upp, tí tað er stórur áhugi fyri størvunum

Tað er stórur áhugi at fáa kansin sum skipari á Smyrli

Tað má Strandferðslan ásanna, nú hon hevur søkt eftir tveimum skiparum til flaggskipið, eftir at báðir teir royndu skipararnir leggja frá sær fyri aldur seinni í ár.

Nú, umsóknarfreistin er úti, hevur Strandferðslan fingið heilar 13 umsóknir um at yvirtaka brúnna á teirra størsta skipi.

Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at talan er um væl skikkaðar umsóknir, so í hesum føri sleppur Strandferðslan við vissu undan einum trupulleika, hon av og á hevur drigist við í summar og tað er at endurlýsa størv, tí ov fáir umsøkjarar eru.

Hann vónar at kunna fara undir starvsfólkasamrøður um einar 14 dagar og so verða størvini sett skjótast gjørligt.

Ætlanin er, at báðir teir nýggju skipararnir skulu byrja fyrst í novembur, ella eftir nærri avtalu.