Tað er Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur spurt Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í Heilsumálum, tríggjar spurningar um um kostnaðin fyri projektering, ráðgeving, og eftirlit við H-bygninginum síðan byrjanina av verkætlanini. Hann spurdi soleiðis:
1. Hvat hevur projekteringin kostað tilsamans og býtt yvir ár?
2. Hvat hava ráðgevandi verkfrøðingar kostað, sum eru keyptir inn til verkætlanina?
3. Hvat hevur kostnaðurin fyri eftirlitið við byggingini verið í allari byggitíðini?
Landsstýriskvinnan svarar soleiðis:
Sambært Landsverki hevur projekteringskostnaðurin fyri verkætlanina í sambandi við H-bygningin (t.e. undantikið kjallaraverkætlanina og samanbyggingina millum H- og B-bygningin), kostað tilsamans knappar 72,8 mió. kr., og eru tølini í mió. kr. býtt á ár í talvuni niðanfyri.
##med2##
– Viðmerkjast skal, at tey fyrstu árini snúðu seg um fyrireikandi arbeiði. Farið varð undir at projektera H-bygningin í 2014. Fyrireikingararbeiðið og projekteringin eru skrásett á sama verkevni, og fevna tær 72,8 mió. kr. tí um bæði fyrireikingararbeiðið og projektering, sigur Súsanna Bertholdsen.
Til spurning svarar hon, at hesin spurningur verður fataður sum um, at spurt verður um, hvussu stórur partur av projekteringkostnaðinum er nýttur til at keypa ráðgeving.
– Viðvíkjandi H-bygninginum hevur talan serliga verið um høvuðsráðgeving frá einum samtaki av fýra fyritøkum. Høvuðsráðgevingin, sum er keypt frá samtakinum síðani 2014, hevur kostað 41 mió. kr. Harumframt hevur logistikkráðgeving kostað 2 mió. kr., innbúgvsráðgeving 4,6 mió. kr., køksráðgeving 1,2 mió. kr. og projekteringsleiðsla 1 mió. kr. Afturat hesum kemur ein kostnaður til ráðgevandi verkfrøðing, í sambandi við kanningar av lekum og ábótum í H-bygninginum, sigur landsstýriskvinnan.
Og til spuring 3 staðfestir hon, at spurt verður um, hvat kostnaðurin hevur verið fyri eftirlitið, og hevur Landsverk sagt frá, at útreiðslurnar til eftirlit í allari byggitíðini hava verið 8,8 mió. kr. Hendan upphædd til eftirlit, sum høvuðsráðgevingin hevur staðið fyri, er skrásett á annað verkevni, og tí ikki partur av upphæddini í svarinum til fyrsta spurningin.
– Sambært Landsverki er talan um eftirlit viðvíkjandi H-bygninginum sjálvum (t.e. undantikið kjallaraverkætlanina og samanbyggingina millum H- og B-bygningin), sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svarinum til Johan Dahl, løgtingsmann.












