131 deyð í sambandi við ebola í DR Kongo

Núverandi útbrotið av ebola í Demokratiska Lýðveldinum Kongo (DR Kongo) hevur higartil kravt 131 mannalív.

Aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, sigur á fundi í dag, at hann er sera ørkymlaður um støddina og útbreiðsluna av ebolafarsóttini. (Savnsmynd). - Mynd: Fabrice Coffrini/Ritzau Scanpix

Tað er metingin hjá heilsumálaráðnum í landinum, skrivar tíðindastovan AFP.

Tilsamans hava myndugleikarnir í afrikanska landinum skrásett 513 tilburðir við illgruna fyri ebolasmittu.

Støðan er djúpt ørkymlandi, sigur aðalskrivarin í Heimsheilsustovninum WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

– Eg taki tað ikki lætt. Eg eri sera ørkymlaður um umfangið og ferðina á farsóttini, segði hann á fundi hjá WHO týsmorgunin.

Ebola er eitt ofta deyðiligt virus, sum verður spjatt gjøgnum beinleiðis samband við kropsvætu frá fólki, sum eru smittað við virusinum.

 

/Ritzau/

 

Aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, sigur á fundi í dag, at hann er sera ørkymlaður um støddina og útbreiðsluna av ebolafarsóttini. (Savnsmynd). - Mynd: Fabrice Coffrini/Ritzau Scanpix