Tað verður nú skjótari og minni trupult at koma ígjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum í Keypmannahavn, enn tað hevur verið fyrr.
Frá týsdegnum verða trygdarkanningar gjørdar við 20 nýggjum CT-skannarum, sum eru munandi meira førir fyri at kanna viðføri.
Teir gera eina 3D mynd av skannaða viðførinum, sum gevur eina nógv greiðari mynd av innihaldinum.
Hetta merkir, at tey ferðandi ikki nýtast at taka el-tól úr taskuni, og at tey kunnu hava ur, belti og vera í skóm, meðan kanningarnar verða framdar.
– Trygdareftirlitið er eitt av støðunum á flogvøllinum, har nógv ferðafólk uppliva mest trýst. Tey vilja skjótt víðari og halda fram við ferðini.
– Tí hava vit veruliga glett okkum til dagin í dag (týsdagin, ritstj.), tá vit gera tilgongdina nógv einfaldari og meira umsitingarliga við nýggju leiðunum, soleiðis at ferðafólk skjótari og lættari kunnu koma ígjøgnum trygdina, sigur Kristoffer Plenge-Brandt, rakstrarstjóri á flogvøllinum í Keypmannahavn.
Nakrir av nýggju skannarunum hava longu verið í nýtslu í royndarkoyring. Hetta hevur víst, at upp til ein triðingur fleiri ferðafólk kunnu fara ígjøgnum trygdareftirlit um tíman enn í undanfarnu skannarum.
Skannararnir kunnu eisini handfara størri nøgdir av vætu enn áður. Men av tí at tey framvegis mangla endaliga ES-góðkenning, eru reglurnar á økinum framvegis tær somu.
Fyribils kanst tú bert hava vætu við í 100 millilitra íløtum, sum skulu passa í ein posa við einum rúmd uppá ein litur.
Tá góðkenning er fingin til vega, verður møguligt at hava fløskur við einum rúmd upp til tveir litrar í taskuni.
/Ritzau/










