- Trygdin hjá okkara ferðafólkum hevur hægstu raðfesting, og tað er null-toluransa fyri hóttandi atferð í flogførum hjá okkum.
Tað sigur eitt talsfólk fyri Qantas-flogfelagið í Avstralia sambært AFP-tíðindastovuni.
Tað var á einari flogferð úr Avstralia til USA fríggjadagin, at neyðugt gjørdist at broyta flogferðina, soleiðis at flogfarið millumlendi í Fransk Polynesia.
Orsøkin var, at eitt ferðafólk - ein maður - gjørdist ómøguligur á ferðini og at enda beit ein av manningini.
Onnur, sum vóru í flogfarinum, fingu eftirlit við manninum, og tá flogfarið lendi í Papeete í Fransk Polynesia, stóðu myndugleikarnir fyri manninum.
Eftir hendingina hevur maðurin fingið flogbann hjá Qantas.
Eitt talsfólk hjá flogfelagnum sigur við AFP-tíðindastovuna, at trygdin hjá ferðafólkunum hevur hægstu raðfesting.
- Tað er null-toluransa fyri hóttandi atferð í flogførum hjá okkum, leggur talsfólkið aftrat.
##med2##
Flogfarið hjá Qantas var á veg úr Melbourn í Avstralia til Dallas í Texas, tá tað noyddist at millumlenda við manninum, sum ikki dugdi at uppføra seg seg millum onnur.












