Ein kvinna og tveir menn eru dripin í einum ukrainskum dronuálopi kring russiska høvuðsstaðin í nátt.
Tað sigur guvernørurin í økinum, Andrej Vorobjov, á Telegram.
Aftrat teimum deyðu, lótu 12 onnur lív í einum álopi á eitt russiskt oljureinsiverk í Moskva.
Guvernørurin lýsir ukrainska álopið á Moskva-regiónina sum umfatandi.
- Ein kvinna læt lív, tá ein drona rakti ein pivatbústað, skrivar Andrej Vorobjov á Telegram.
Hann leggur aftrat, at tveir menn eisini lótu lív í ukrainska álopinum í nátt.
Borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, skrivar á Telegram, at tólv fólk eru særd í álopi á eitt oljureinsiverk í Moskva.
Hann sigur, at tveir bygningar fingu skaðar, men at "tøknin" á oljureinsiverkinum ikki fekk skaðar, og virksemið er ikki steðgað.
Sergej Sobjanin sigur, at ein røð av ukrainskum dronum, sum vóru á veg móti russiska høvuðsstaðnum í nátt, vórðu skotnar niður.
- Seinasta samdøgrið er fleiri enn 120 dronur skotnar niður, skrivar borgarstjórin í Moskva á Telegram.











