136 nýggj eldrabúpláss kring landið

Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at játta studningslán

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, gjørdi mikudagin av at geva 9 umsóknum tilsøgn um studningslán til bygging av eldrabúplássum.
Hetta fer at útvega 136 nýggj eldrabúpláss kring landið.
- Tað er álagt mær sambært lóggávuni at hyggja eftir tørvinum á eldrabúplássum kring landið, og tað er út frá hesi fyritreyt, at eg havi gjørt av at veita stuðul, sigur Hans Pauli Streøm. Suðulin verður latin til hesi øki:
Suðurstreymoy: Bygging av ellis- og røktarheimi við Hoyvíkstjørn til 24 búfólk, studningslán 12 mió. kr.
Røktarheim á Boðaneshamri til 24 búfólk, studningslán 12 mió. kr.
Reststuðul til røktarheimið Tjarnargarð, kostnaður 280 tús. kr.
Í alt hevur landsstýrismaðurin gjørt av at veita góðar 24 mió. kr. til verkætlanir í Tórshavnar kommunu, sum fara at geva í alt 48 nýggj búpláss.
Suðuroyggin: Bygging av eldrasambýli á Tvøroyri til 16 búfólk, studningslán 800.000 kr.
Bygging av røktarheimi í Vági til 24 búfólk, studningslán 12 mió. kr.
Hesar játtanir skuldu gjørt at allur tørvurin í Suðuroynni verður nøktaður.
Vestari partur av Heimarøktarøki 2, sum fevnir um Vestmanna, Kvívík, Leynar, Stykkið, Skæling, Vágar og Mykines:
Bygging av eldrasambýli í Sørvági til 10 búfólk, studningslán 500 tús. kr.
Bygging av ellis og røkt­arheimi í Vestmanna til 24 búfólk, studningslán 12. mió. kr.
Hesar játtanir skuldu gjørt at allur tørvurin í Vágum og Norðstreymi verður nøktaður
Norðoyggjar: Bygging av eldrasambýli í Svínoy til 8 búfólk, studningslán 400 tús. kr.
Eysturoyggin: Víðkan av eldrasambýlinum í Gøtu frá 10 til 16 búpláss, studningslán 300.000 kr.
Henda játtan skuldi gjørt at allur tørvurin í Eysturoynni verður nøktaður
Talan er sostatt um tilsagnir uppá íalt góðar 50 mió. kr., ið sum nevnt fara at geva 136 nýggj eldrabúpláss tey næstu 2-3 árini.
Tørvskanningin, sum varð handað landsstýrismanninum í juli 2005 vísir, at tørvur er á 151 eldrabúplássum kring landið.
Við hesum er nærum komið á mál, og fegnast landsstýrismaðurin um, at politiskur vilji er frá bæði lands- og kommunumyndugleikum til at taka hesi stóru stig til frama fyri okkara gomlu, sum hava hesa røkt og umsorgan fyri neyðini.