14 ára gamal festi í skóg

Í Fraklandi hevur ein 14 ára gamal drongur viðgingið at vera upphavsmaður til ein stóran skógareld har suðuri í landinum. Sambært fronskum fjølmiðlum er talan um eitt veruligt eldhav, og umleið 700 sløkkiliðsmenn stríðast við at fáa tamarhald á tí.

Umleið 400 hektarar av skógi eru kolaðir upp, og tvey hús eru brunnin í grund.

Tann 14 ára gamli drongurin hevur játtað, at tað var hann, sum festi í skógin við bygdina Orgon, sum er tætt við býin Avignon, haðani eldurin breiddi seg skjótt. Hetta er ikki fyrstu ferð, at drongurin er hjá løgregluni, tí fyrr í summar varð hann eisini skuldsettur fyri at hava sett eld á, skrivar AFP.