140 bátar í regattaini

Gott 130 bátar høvdu boðað frá luttøku í árligu regattasiglingini hjá Hósvíkar Róðrarfelag, og hartil vóru eisini nakrir, sum fylgdu við til stuttleika Veðrið var hampiligt, tá teir gott og væl 140 bátarnir stevndu út úr havnini á Eiði um 19-19.30-tíðina í gjárkvøldið og hildu leiðina suður gjøgnum Sundalagið, undir brúnni um Streymin og inn í bátahavnina í Hósvík.

Mikkjal Hansen, næstformaður í Hósvíkar Róðrarfelag, sum n´ðu í fleiri ár hevur skipað fyri regattasigling av Eiði um Hósvík til Nólsoyar, sigur, at tað gekk alt væl suður til Hósvíkar.

Veðrið var hampiligt, okkurt hissini ælið. Men tað batnaði longur suður vit komu, og seinni um kvøldið og í nátt var turt og gott veður, sigur Mikkjal Hansen.

Bátahylurin og havnalagið sum so var rættiliga fult av bátum, og tey, sum høvdu hug til tess, kundu fáa ein góðan bita í bygdarhúsinum, og tað tóku tey flestu av, tó at onkur valdi at verða verandi umborð.

Seinni um kvøldið var so dansur, og hildið varð á til klokkan hálvgum fimm í morgun. Tá portalurin tosaði við Mikkjal Hansen fyrrapartin, var siglingarfólkið so smátt í holt við at gera klárt at fara undir seinna teinin til Nólsoyar. Tá høvdu tey verið og etið morgunmat í bygrarhúskjallaranum.

Mikkajl Hansen roknaði við, at bátarnir mundu fara at leggja frá landi í Hósvík um 1-2-tíðina, so regattain verður í Nólsoy um trý-fýra tíðina í dag. Onkur bátur velur helst at venda nøsina til húsar úr Hósvík, men Mikkjal Hansen roknar við, at flestu halda leiðina fram til Nólsoyar og Ovastevnuna.