140 ára føðingardagur

29. desember 1864 kom handilsloyvið á fysta sinni í Norðstovu í Sørvági og hevur Niclasen familjan síðan fingist við handil og mangt annað vinnuvirksemi. Í dag, 140 ár seinni, handlar familjan enn, og er tað 6. ættarlið sum roynir seg

Í 1956 var einahandilin avtikin í Føroyum, tá sluppu føroyingar sjálvir at hava handil. Sama ár byrjaði Jóhan Mortensen handil sín á Tvøroyri. Jóhan var virkin maður, og í árunum eftir komu fleiri úthandlar kring landið. Ein av hesum úthandlum kom at vera í bóndahúsunum hjá Niclas Samuelsen í Sørvági, nevnd Norðstova.

Hesin úthandil varð stovnaður í 1864, og handlaði mest við matvørum, byggitilfari og ymiskum neyðsynjarvørum at byrja við. Niclas fekk fyrsta handilsloyvi í familjuni tann 29. desember 1864.

Hesin Niclas Samuelsen var um tað mundið komin til árs, og longu í 1872 tók við sonur hansara, Dánjal Niclasen (Ríki-Dánjal), ið tá var 31 ára gamal, við. Niclas doyði í 1896.

Avtalan var tá, at úthandilin skuldi selja vørur fyri Mortensen, og haraftrat turkaðu teir eisini fisk, ið sluppirnar hjá Mortensen komu við.

Dánjal helt á til ár 1900, tá hansara dagar vóru taldir og árarnar lagdar inn. Tá tók sonurin Niclas Niclasen við. Samstarvið við Mortensen helt fram til eftir fyrsta veraldarbardaga, tá Handilsvirkið Niclasen byrjaði at innflyta sjálvir.

Posthús í Norðstovu

Eftir aldarskifti gjørdist virksemið hjá fyritøkuni størri og størri.

Posthúsið hevði fyritøkan eisini. Í 1916 kom posthús eisini í Norðstovu. Postflutningurin til Bíggjars, Gásadals og Mykinesar var eisini røkt av felagnum. Niclas hevði posthúsið til 1939, tá dótturin Sigrid Olsen (vanliga nevnd Sigrid á posthúsinum) tók við. Hon røkti starvið til 1988.

Í 30-unum kom eisini garvarí í fyritøkuna. Tað var Edward, sonur Niclas, ið hevði verið uttanlanda og lært seg kynstrið at garva.

Fiskifør í fyritøkuna

Sum fiskaframleiðari var umráðandi at hava rávørugrundarlag, og valdi fyritøkan tí at ogna sær fiskifør. Frá 1905 og fram til 1925 keypti fyritøkan sjey smærri 6-10 tons dekksbátar, og fiskurin varð virkaður í Sørvági.

Hildið var fram við hesum fiskiskapi til fyrst í 30-árunum, tá felagið byrjaði at keypa sluppir. Fyrsta var "Syv Søstre", sum var keypt 23. januar 1930. Hon fekk tó eina stutta livitíð, tí longu í juli sama ár rendi hon á eina fles í Grønlandi og sakk. Síðani var "Skarphjeðinn" keypt tann 19. desember í 1930, helst fyri "Syv Søstre". Í 1934 keyptu teir so "Haffarið" og í 1936 kom so eisini "Eysturoyggin" í felagið. "Eysturoyggin" var skipið, har kaptajn Mikkelsen úr Søvági, sum fyrsta skip nakrantið í 1940 flaggaði við føroyska merkinum. Reiðaríðið var Niclasen í Sørvági.

Hesar sluppir hildu fram við fiskiskapinum, og í 1939 varð "Vesturvarði", sum fyrsti trolarin hjá felagnum, keyptur.

Í 1939 var eisini Vága Trolarafelag stovnað. Og var Niclasen ein av høvuðsánarunum. Vága Trolarafelag varð so við og við uppkeypt av felagnum í Sørvági, til tað at enda í 1961 heilt var á teirra hondum.

Í 1939 var ikki bert árið, tá felagið fekk sín fyrsta trolara. Hetta árið varð eisini eitt nýtt og eftir tátíðarmynstri sera framkomið turkihús bygt. Hetta hevði tá sera stóran týdning fyri virkið, sum umframt vanliga handilin, hevði fiskivinnu sum høvuðstátt. Hetta árið doyði Niclas, og sonurin Dánjal Niclasen tók við sum stjóri í fyritøkuni.

Meðan seinni heimsbardagi herjaði, varð einki nýtt skip keypt, men so skjótt hesin var av, komu eisini nýggj skip til felagið. Beint eftir kríggi komu teir tríggir snurruvoddarnir "Vesturleið", "Vestursøki" og "Vesturleiki", og í 1947 kom "Vesturskin", ið var trolari.

Um Vágafjørð og Mykinesfjørð

Flestu av hesum skipum gjørdust tó ikki gomul í fyritøkuni, og í 1949 vóru tveir av snurruvodsbátunum seldir til Noregs, og árið eftir fór eisini hin triði úr fiskiflotanum. Hetta var "Vesturleið", og hann skuldi ikki verið heilt ókendur fyri tey, ið eru komin eitt sindur til árs. Felagið setti bátin inn í ferðafólka- og farmasigling millum Miðvág og Havnina, og mong munnu tey vera, ið minnast onkran baldrutan túrin um Vágafjørð við "Vesturleið". Í 1970 var "Vesturleið" seldur til Klaksvíkar.

Handilsvirkið Niclasen hevði eisini siglingina til Mykinesar. Hesa sigling hevði felagið um hendi líka til 1969, tá tað almenna helt seg verða betur til at reka millumoyggja sigling og yvirtók hesa eins og allar aðrar privatar leiðir í Føroyum.

Fyrsta flakavirki í landinum

"Vesturvarði", ið kom í 1939, varð seldur aftur í 1949, og "Vesturskin" varð seldur í 1953. Samstundis helt eisini trolvirkið, ið varð byrjað beint eftir kríggið, uppat.

Men hóast hesa stóru sølu av skipum, stóð virkið ikki eftir við ongum. Beint eftir kríggið komu fleiri 30-tons bátar til bygdina, og onkrar av hesum átti Niclasen upprunaliga, meðan teir uppkeyptu aðrar so við og við. Av hesum bátunum kunnu nevnast "Akranes", "Broddur" og "Royndin".

Hetta var so mikið trygt rávørugrundarlag, at Niclasen í 1954 settu á stovn eitt flakavirkið. Hetta var fyrsta flakavirkið í landinum. Dánjal var stjóri, men virkisleiðarin fyrstu fýra árini var Brynjálvur Mortensen, langabbasonur gamla Jóhan Mortensen, sum stovnaði Mortensenshandilin á Tvøroyri. So á ein hátt rann saman aftur.

Flakavirkið arbeiddi mest hýsu, ið varð skorin til flak, pakkað í pundspakkar, fryst og seld av landinum. Toskurin varð tá eins og nú, allur saltaður. Tað gav besta prísin. Sama mynstur av fiskaframleiðslu, sum vit í Føroyum enn hava.

Sildin var eisini ein stórur partur av virkseminum, har sildin var umsaltað í tunnur á landi. Hetta helt fram til sildin hvarv.

Flogfar varð keypt

Øll hesi árini var eisini handlað við tí sum upprunaliga var byrjað við, nevniliga matvøru, byggitilfari og øðrum vanligum brúksvørum. Men hetta nøktaði ikki virkisfýsni hjá táverandi stjóra felagsins, Dánjal Niclasen, sum eisini á øðrum økjum gjørdi um seg.

Millum átøk hansara kann nevnast stovnanin av Føroya Fiskasølu í 1948, sum tá gav eina munandi hækking av útflutningsvirðinum. Dánjal var eisini eitt skifti stjóri á Føroya Fiskasølu.

Tó var kanska mest umrødda royndin at seta á stovn fyrsta flogsambandi millum Føroyar og Keypmannhavn. Føroya Flogfelag var stovnað í 1946.

Til hesa roynd var flogfarið "Erla Kongsdóttir" keypt. Men royndin skuldi tó ikki vísa seg at gerast serliga væl eydnað. Tað skuldi nevniliga ikki eydnast flogfarinum at gera ein einasta túr millum londini.

Flogfarið var eitt kombinerað vatn- og landflogfar. Stutt eftir at flogfarið var komið til landið, vóru teir farnir oman á Sørvágsvatn at vaska farið. Niðan aftur komnir, skuldi teir seta flogfarið tvørtfyri á breytini. Úrslitið var, at flogfarið fór útav breytini og oman móti vatninum.

Flogfarið fór rættuliga illa, og avgjørt var tí at senda tað niður til Danmarkar til umvælingar. Men fyri at gera ilt verri, so misti farmaskipið flogfarið fyri borð, og burtur var tað.

Nú vísti hetta seg ikki at fáa ta stóru ávirkanina á ætlanina, tí eftir bert trimum túrum við einum leigaðum Catalina flogfari, fekk SAS gjøgnum danskar mynduleikar steðga flúgvingini. Ikki var møguligt at fáa neyðugu loyvini. Tað gingu eisini rættiliga nógv ár, áðrenn føroyingar fingu loyvi frá donsku mynduleikunum at flúgva.

70-ini vóru trupul

Í 1971 varð Dánjal?sa lívneisti at enda komin, og var tað Niclas Niclasen, ið tá tók við starvinum sum stjóri í fyritøkuni.

60-ini og 70-ini vóru sera trupul í fiskivinnuni, og tað tók eisini fíggjarliga í fyritøkunia. Niclas, sum var leiðari á øllum Sjóvinnubankadeildunum í Vágum, valdi at fara at leiða fyritøkuna, hóast hon fleyt tungt í sjónum og virksemið var minkandi.

Niclas hevði stórt hugflog og góðan vilja. Sildin var horvin undir Føroyum, so hann leigaði føroysk skip at sigla til Skotlands at keypa sild, sum bleiv pakkað umaftur í Føroyum.

Hann royndi eisini at seta livandi hummara út á Sørvágsfirði, hummara hann fekk úr Kirkwall. Hóast royndin ikki eydnaðist sum ætlað, er enn hummari á fjørðinum.

Í sjeytiárinum vantaði rávøra til virkið, og var tí 1977 aftur ein roynd gjørd við størri skipi. Tá var "Vesturleiki" bygdur. Hann var eitt av teimum 9 polskt bygdu línuskipunum, ið tá komu til landið.

Heilt fram til 1979 rak Niclasen flakavirki. Í eini bjargingarætlan valdi Niclas at fara burtur úr fiskivinnuni og halda seg til upprunaliga virksemi, nevniliga handil.

Eftir tað kom landskassin inn við studningi til fiskivinnuna. Øll tann føroyska fiskivinnan var í svárum trupuleikum.

Tá keypti kommunan virkið, og trý ár seinni varð tað selt privatum. Samstundis varð eisini "Vesturleiki" seldur til Jósup Henriksen og aðrar í Sørvági, ið umbygdu hann til trol.

Matvøruhandilin var eisini sleptur seinast í 70-unum, tá Norðstovuhandilin var seldur. Handilsvirksemið var ikki mitt í bygdini meira, men helt til á bryggjuni, har timburhandil og byggikramhandilin hildu fram.

Virksemið var minkað og truplu tíðirnar høvdu sett síni spor. Tá kreppen fyrst í 90-árinum kom, var neyðugt at endurreisa fyritøkuna. Teir tríggir synirnir hjá Niclasi reistu peningin við einum triðingi til hvønn. Hesir tríggir hava búsett seg í hvør sínum heraðshorni í heiminum. Tann elsti, Edward Niclasen, er vinnulívsmaður í Grønlandi, næsti, Dánjal Niclasen, er rækjuskipari í Canada, meðan tann yngsti, Jørgen Niclasen, var einasti eftir í Sørvági, og hann var settur stjóri í fyritøkuni.

Teir tríggir stovnsettu eisini saltfiskavirkið Tomba. Umframt framleiðslu, landaði og pakkaði felagið eisini saltfisk frá nógv umrøddu Loynikrókabátunum. Framleiðslan helt fram til 1998, tá valt var at steðga og leggja feløgini saman.

Í 90-unum keypti felagið eina kaffistovu úti á Bakka í Sørvági og bygdi hana um til bensinstøð. Umframt brennievni, fæst eisini har góðgæti, grillvørur og matvørur. Á ein hátt aftur á slóðina.

Eins og byrjanin fyri 140 árum síðan, er tað handil, sum fyrtøkan fæst við í dag. Umframt besinstøð, hevur fyritøkan timburhandil á bryggjuni og eisini handil við byggivørum, amboðum, máling, búnyttum o.ø.

Líkt einum føðingardegi, er tað fýrverk, ið serliga verður selt 140 ára dagin.