22 fólk deyð í ísraelskum álopum í Gaza í dag

Sambært Hamas-tølum eru í minsta lagi 52.535 fólk dripin í Gazageiranum síðan oktober 2023

Palestinsk bjargingartænasta veit í kvøld at siga, at 22 fólk eru dripin í Gazageiranum í dag, tá Ísrael leyp á ein skúla í Gaza.

 

Sivilverjan í Gaza sigur, at fólk, sum eru flýdd undan ísraelskum álopum, søktu sær skjól á skúlanum.

 

Ísraelski herurin sigur á hinari síðuni, at herurin leyp á tað, tey rópa eina kommando- og eftirlitsstøð hjá Hamas, og Ísrael vil vera við, at bygningurin varð brúktur at goyma vápn í.

 

IDF, sum er stytting fyri ísraelska herin, hevur sagt seg fara at herða átøkini í palestinsku økjunum.

 

Sambært Hamas-tølum eru í minsta lagi 52.535 fólk dripin í Gazageiranum síðan oktober 2023, og sambært Hamas er meginparturin av teimum deyðu kvinnur og børn.

 

Haraftrat eru nógv fólk saknað í húsaleivdum.

 

Tað var Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober í 2023, sum var byrjanin til kríggið í Gazageiranum. Framvegis hevur Hamas fleiri ísraelskar gíslar í fangilsi, sum enn ikki eru leyslatnir.