Fyrstu fýra tímar, tunnilin var opin, koyrdu um 5.000 bilar ígjøgnum tunnilin. Tað er júst tann ferðslan, sum tunnilin hevur roknað við fer at koyra gjøngum tunnilin um samdøgrið – og sum er grundarlagið fyri teimum prísum, sum tunnilsfelagið hevur ásett.
Men teir góðu 11 tímarnar í gjár, sum tunnilin var opin, koyrdu tríggjar ferðir so nógvir bilar ígjøgnum tunnilin, sum tað dagliga talið, roknað verður við. 15.242 bilar koyrdu gjøgnum tunnilin í gjár frá klokkan gott hálvtum eitt til á midnátt, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum.
Teitur Samuelsen, hevur tó sagt, at prísurin helst er settur í hægra lagi, so nakað er at geva av. Tað sama segði Bergur Poulsen, nevndarformaður, í røðu síni á hátíðarhaldinum í tunlinum í gjár.
Niðanfyri síggjst myndir, sum Ólavur Frederiksen tók undir hátíðarhaldinum í tunlinum í gjár, og tá almenningurin slapp at koyra ígjøgnum tunnilin klokkan gott hálvgum eitt í gjár.
##med2##
##ms##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##