15. juni verður Finn Gudmundsson 70

Eg veit ein góðan seyða­mann, og tað er Finn Gud­munds­son. Finnur er eitt natúr­menn­iskja. Hann er eitt við umhvørvið í Klemm­uni. Her er hansara gongd sum røktingarmaður og álitis­maður. Trúfastur er hann sum trøllið. Ja, fert tú t. d. snimma á morgni ein sunnu­morgun í lembing ella bara so hissini ein túr Norður í Líð, so møtir tú einum kimiligum og røskum manni, Finni, sum í hesum aldingarði við síni inniligu sál røktar hag­an úr fjørukletti upp í tær hægstu røkurnar , evnað til úr Guðs hond, brýnt av vindi og veðri í milliónir av árum. Ja, tað er altíð ein guda­givin løta at vera á fjalli í Klemm­uni saman við Finni og fjall­skipanini. Hesir menn, eins og allir fjallmenn í bygdini og Føroya landi, hava sett síni fingramerki í stein og tinnu síðani landnámið og fara um sína ódn stillisliga, men eisini við onkrum rópi av og á. Atferðin hjá hesum monnum og skavi av fjallstavum er ritað í Borgina, Eysturskarð, Gjókluft, Ennigarð og bæði í Heimarugjógv og Norð­aru­gjógv. Slíkar poet­iskar fram­stillingar finnur tú kring alt landið, men tá ið Finnur við hundinum Leiku ta einu løtuna er niðri við sjóvar­málan og næstu løtu uppi undir Svarthamarsrók, ja, so standa vit aðrir, ið ikki hava hesa styrkina í okkara knæsbótum og undrast . Undrast tað skalt tú, men Finnur Gudmundsson strýk­ur av stað sum ein hvirla oman og niðan, og verður hann ikki tikin, - sjálvt hetta er eitt undur.

Um at realisera seg sjálvan
Ja, á einum sinni vit vóru á fjalli í skurð, so var skeið í Havnini um at realisera seg sjálvan. Hetta umrøddu vit, áðrenn vit tóku okkum niðan­frá, at taka í egnan barm og verða realistiskur í eini fjallgongu. Eg havi havt tann heiður, saman við Hálvd­ani Mohr, fyrrv. lærara og samstarvsfelaga, at fara niðanfrá saman við honum, upp ígjøgnum Gjóstýggj og upp í Tungu, har ein við­­tøku­­garður er og skal ansast eftir, at seyðurin ikki ferð um hetta hegnið, men verð­ur bendur heim­eftir aftur. Mangan er eitt fylgi komið turn­andi norður­eftir undir Svart­­hamars­rók, og vit hava staðið við endan av hesum garði og hildið fast um okk­ara ódn.
Henda dag, meðan skeiðið var í Havnini um at verða real­­­istiskur og realisera seg sjálvan, stóðu vit báðir Hálvd­­an her við henda garð. Nú fylg­ið kemur norðuryvir, letur í Hálvdani: ” Frits, reali­sera nú teg sjálvan, tú nú!”
Her stóðu vit negldir fast­ir í ein veruleika, sum ikki var ein uppruni á einum skeiði í Havnini, men ein sið­venja frá farnum døgum í øldir. Finnur Gudmundsson er realistur, hann er longu komin úr fjørukletti við sínum fylgisneyta, Leiku, og er nú ovast uppi á Rustini oman fyri Eysturskarð. Hann rópar, at nú kemur fylg­ið norðuryvir. Sleppur tað, so er eingin bót, so fer tað longri norðureftir, sum varg­ur við vaðhornunum mill­um lag­kleyvar og drunn líkt urgu­spælara, ið treður urguna ein høgtíðsdag í kirkjunu.

Fjallaprædika
Tað er ein ávísir hátíðardámur yvir røktingarmanni og fjall­monnum, tá ið vit standa ovast uppi í hesum stóra kate­drali, sum umboðar alt undan skaparans listakendu hond. Alt er eitt ævinleikaboð av magn og anda, sum livir í hvørji spjørr , hjálpirót, kleyv, tinnu, hvørjum strá, lyngi og hvørjari steinsettu rók. Her er røktingarmaðurin hvørki hábundin ella í hafti, men livir sítt sæla lív í ein­um altarkringi skapt­ur av tí almáttuga, ið letur vín­ið í bikarið og gevur breyð­ið á tungu til fjall­skip­­an­ina væl hjálptur av røktingar­mann­­­inum. Eins og ein dekn­­­ur stendur Finnur á ham­­ars­enda, kórsgáttini, og lesur Fjallaprædikuna fyri seyði og fjallmonnum. Borg­in ovast uppi er altarið og altar­talvan. Nærri einum edilig­um røktingar­manni kanst tú ikki koma, har mor­­­reyða troyggjan og blái jakk­in serliga festir seg við bláu kápuna hjá Mariu Moy. Jørð­­grøni liturin, grái steina­mosin, skarð­lendi, ljósu skýgg­ini og blágráa himmal­hválvið flytur okkum sum eina forsjón til eina lívrunna verð, sum ikki er av hesum heimi. Hetta vita vit, men einki verður sagt um hetta, tí tað livir í natúrini, í okkum og í seyðinum.
Endi
Finnur er sonur Eivind Gud­munds­son og Signhild Gud­munds­son, gentunavn Finn­son. Omma Finn í móðurlegg, Elisabeth Maria Johannesen, var dóttir Ole Johannesen f. 1869 og Súsannu Malenu Hald­ansen f. 1868. Óli var ættaður av Sýnini í Oyndar­firði, og Súsanna Malena var ættað úr Lamba. So Finn­ur hevur røtur bæði í Oyndar­firði og í Lamba eins og grein­skrivarin.
Nú eru runnin sjeyti ár á ti jarðiska hagapartinum, har hann er føddur í Lamba og uppvaksin á Glyvrum og í Lamba. Giftur við Jonu, skyldkonuni úr Fuglafirði – dóttir Alvildu og Poul Christ­iansen. Faðir og Alvilda vóru systkinabørn. Børnini eru Eyð, Pól og Signhild, og eiga tey seks ommu- og abbabørn. Finnur er uppkallaður, so tey eiga ein lítlan, fittan røktingarmann í Havnini.
Hjartaliga til lukku við teimum sjeyti árunum og takk fyri manga góða løtu í Líðini.
----

Frits