15 mistu numm­ar­pláturnar í nátt

Løgreglan hevur í nátt verið úti við saksinum í nátt

Fólk, sum ikki hava rindað vegskatt trygging, ella sum ikki hava verið til sín, mugu hyggja væl eftir bilinum, áðrenn tey fara frá húsum í morgun. Tí løgreglan er í hesum døgum – ella rættari sagt um náttina – úti við saksinum eftir boðum frá Akstovuni.

Tað verður gjørt, tí nú verið farið eftir teimum, sum ikki hava rindað vegskatt og trygging – og so eisini teimum, sum ikki hava møtt til sýn við bilinum, hóast áminningar.

Annars hevur verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni, sigur vakthavandi. Í gjár vóru nakrar skúlapatruljur, har løgreglan kannar ferðsluna í sambandi við skúlarnar, tá farið verður í skúla á morgni. 

– Og tað sá gott út, har var einki at viðmerkja av nøkrum, sigur vaktleiðarin.

Løgreglan vitjaði í gjár við skúlar í norðurøkinum og í høvuðsstaðarøkinum.