Hin 27. juni var fráfaringarløta fyri Jónu Jespersen í Dagstovninum Brosinum í Hvalba, nú Jóna gevst fyri aldur.
Jóna hevur starvast innan barnaansingarøkið í Hvalbiar kommunu seinastu 13 árini.
- Tey fyrstu árini innan dagrøktina og síðan í Dagstovninum Brosinum, tá stovnurin læt upp í 2017.
Fráfaringarløtan varð hildin saman við teimum nærmastu hjá Jónu, børnum og starvsfólkum í Brosinum.
- Vit takka Jónu Jespersen fyri trúgva tænastu hesi árini, siga tey í Hvalbiar kommunu.