Hava vit eina samgongu?

Arbeiðir samgongan fyri okkum vanligum borgarum? 

 

Fosturtøkumálið kemur aftur á tingið. Eitt mál sum fall fyri 15-15 er ikki vanligt, at tað kemur aftur í sama tingsetu. Er samgongan desperat fyri, at fáa eitt mál ígjøgnum? Sjálvt um uppskotið um fríðari fosturtøku kom frá Framsókn er hetta ikki ein samgongumál. Hvør politikari skulu taka egna støðu uttan Miðflokkin har tey standa fast við at verja ófødda barni. 

 

Samgongan hevur sett fleiri mál, sum kann gera betri fyri samfelagið og landskassan. Á Ólavsøkurøðuni í ár segði løgmaður, at uppskotið um MVG kemur beint eftir Ólavsøku. Men staðin fyri fáa vit, etiskt mál har man skapar øsing har fleiri hava ymiskar meiningar. Ja gera tað lættari og fríðari at taka lívi av okkara eftirkomarum. 

 

Hvar eru samgongan? Renna tit nú aftur og fram at fáa eitt mál í gjøgnum? Hava tit droppa, at gera tað lættari fyri at liva? Hvar fór tað góða uppskotið um at taka MVG av barnavørum har barnafamilja fáa gleðin av? 

 

Sannleikin er, at vit hava onga samgongu. Vit hava ein løgmann frá stórstum flokkum sum blívur stýrdur av Tjóðveldi og Framsókn. Ein annar spurningur er um vit hava yvirhøvur ein løgmann. Løgmaður eigur at stýra landi og ikki verða stýrdur. Líti av politikki sæst av Javnaðarflokkin har tey fingu góða undirtøku seinasta val. Eingin lurtar eftir løgmanni longur tá hann lovar tí sum sæst kemur fríðari fosturtøku fremst áðrenn taka MVG av sum løgmaður lovaði. 

 

Aksel V. Johannesen skullu skrivað val út ongantíð for skjótt! Vís okkum at tú ert løgmaður! Tá taka vit í álvara. 

 

Lat okkum gera alt á nýggjum! 

 

Formaður í ung fyri Miðflokkin

 

Petur Asano