15 saknað eftir brádliga vatnflóð í Grand Canyon

Myndugleikarnir royna at fáa greiðu á, hvørji fólk eru saknað, eftir at stórar vatnmongdir raktu heimskenda tjóðargarðin.

Leivdir av einari gongubrúgv við Bright Angel Creek, sum vatnflóðin oyðilegði leygardagin. Mynd: NPS/J. Thompson.

Umleið 15 fólk verða hildin at vera saknað eftir eina brádliga vatnflóð í Grand Canyon-tjóðargarðinum í amerikanska statinum Arizona.

 

Tað upplýsir amerikanski tjóðargarðsmyndugleikin National Park Service, NPS, sambært tíðindastovuni AFP.

 

NPS samstarvar við aðrar myndugleikar í Arizona um at flyta fólk burtur og fáa greiðu á, hvør var staddur á rakta økinum.

 

– Alt var veruliga ræðandi, sigur 41 ára gamla Nikki Baggs við BBC.

 

Hon og tveir vinir vórðu leygardagin flutt við tyrlu úr botninum á Grand Canyon.

 

– Tað var ein vakur dagur, og so fóru fólk brádliga at rópa og renna, greiðir hon BBC frá.

 

Vatnflóðið rakti leygardag seinnapart lokala tíð økið kring Bright Angel Canyon og Phantom Ranch, skrivar AFP.

 

Sambært tíðindastovuni AP skolaðu vatnmongdirnar gongubrýr og anað burtur.

 

Sunnumorgunin lokala tíð vóru 62 fólk flutt burtur úr økinum, upplýsir NPS sambært AFP. Enn er einki frætt um fólk, sum hava fingið skaða.

 

NPS hevur heitt á almenningin um at lata myndugleikunum upplýsingar um tey saknaðu og um møgulig gongufólk, sum vóru stødd á økinum.

 

Nikki Baggs sigur við BBC, at hon og vinfólkini júst høvdu sett viðførið frá sær í einum húsi við Phantom Ranch – einum avbyrgdum gististaði í botninum á Grand Canyon – tá tey avgjørdu at fara útum.

 

Áðrenn tey vistu av, fossaðu stórar vatnmongdir gjøgnum økið.

 

NPS ávarar um, at toruveður og glopraregn kunnu halda fram til mánadagin. Tað kann elva til fleiri vatnflóð og skriðulop, skrivar AFP.

 

Grand Canyon er ein av elstu og kendastu tjóðargørðunum í USA. Fleiri enn 400.000 fólk vitjaðu tjóðargarðin í juli.

 

Yvir 4,4 milliónir fólk vitjaðu økið í 2025, skrivar CNN.

 

/Ritzau

 

 

 

Leivdir av einari gongubrúgv við Bright Angel Creek, sum vatnflóðin oyðilegði leygardagin. Mynd: NPS/J. Thompson.