VIDEO: Fridrikka skoraði gott mál móti meistaraliðnum

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Breiðablik-ÍBV 1-2 (0-1)

Landsliðsleikarin, Fridrikka Clementsen og liðfelagarnir ÍBV spældu í vikuskiftinum dyst á útivølli í Kópavogi móti verandi meistarunum, Breiðablik í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Breiðablik hevði eina risastóra favorittstøðu undan dystinum, men tað var ÍBV sum vann 2-1 og tók stigini við sær til Heimey.

 

Ameriski áleyparin, Allison Lowrey legði ÍBV á odda í yvirtíðini í fyrra hálvleiki við einum flottum gjøgnumbroti, har hon fekk bóltin framvið málverjanum.

 

Tá 84 minuttir vóru leiktir økti Fridrikka til 2-0, tá hon aftaná eitt gott álop hjá ÍBV gjørdist leys við málverjanum, og setti bóltin trygt í netið til 2-0. Undan hesum málinum hevði Breiðablik trýst nógv, havt góðar málmøguleikar, og hevði eisini rakt træverkið hjá ÍBV.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Breiðablik-ÍBV 1-2 (0-1):

 

##med2##