Ísland leggur ES-samráðingar til viks eftir fólkaatkvøðu

Íslendska stjórnin virðir nei-sigurin og fer ikki at taka samráðingarnar um ES-limaskap uppaftur í hesum valskeiðinum. Ísland heldur tó fram í EBS og Schengen.

Íslendingar hava fyribils sett punktum fyri ætlanini um at taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur.

 

Í fólkaatkvøðuni leygardagin søgdu 52,8 prosent nei, meðan 47,2 prosent atkvøddu fyri at halda fram við samráðingunum. Munurin var 12.701 atkvøður.

 

Valluttøkan var 82,5 prosent.

 

Atkvøðugreiðslan snúði seg ikki beinleiðis um, hvørt Ísland skuldi gerast limur í ES. Spurningurin var, um íslendska stjórnin skuldi taka limaskaparsamráðingarnar við ES uppaftur eftir ein steðg, sum hevur vart í meira enn tíggju ár.

 

Um ja-síðan hevði vunnið, skuldi ein møguligur sáttmáli við ES leggjast fyri fólkið í einari nýggjari fólkaatkvøðu.

 

Stjórnin virðir úrslitið

 

Forsætisráðfrúan, Kristrún Frostadóttir, sigur, at stjórnin virðir úrslitið og ikki fer at halda fram við ES-tilgongdini í hesum valskeiðinum.

 

Hon metir ikki, at tapið er eitt álitisbrot móti stjórnarsamgonguni. Heldur vísir stóra valluttøkan, sambært henni, at fólkaatkvøðan var ein sigur fyri fólkaræðið.

 

Forsætisráðfrúan útilokar ikki, at ES-spurningurin kann koma aftur á dagsskrá einaferð í framtíðini.

 

– Okkurt stórt skal broytast næstu 24 mánaðirnar, um hetta aftur skal verða eitt høvuðsmál, sigur hon sambært AP.

 

Stjórnarsamgongan millum Samfylkingina, Viðreisn og Flokk fólksins hevði sett fólkaatkvøðuna ovarlaga á politisku dagsskránna.

 

Serliga Viðreisn og uttanríkisráðfrúan, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, hava arbeitt fyri at fáa samráðingarnar við ES uppaftur.

 

Høvuðsstaðurin fyri – restin ímóti

 

Úrslitið vísir ein týðiligan landafrøðiligan mun í Íslandi.

 

Reykjavík var einasta valøkið, har meiriluti var fyri at taka samráðingarnar uppaftur. Í øllum hinum valøkjunum vann nei-síðan.

 

Mótstøðan var serliga stór í økjum, har fiskivinna og landbúnaður hava stóran týdning.

 

Nei-síðan legði í valstríðnum dent á, at Ísland eigur at varðveita fullan avgerðarrætt yvir fiskatilfeinginum og ikki gerast partur av felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES.

 

Fiskivinnan er ein týðandi partur av íslendska búskapinum og útflutninginum og hevur samstundis stóran týdning fyri samleikan hjá landinum.

 

Ja-síðan vísti hinvegin á, at ES-limaskapur kundi geva íslendska búskapinum og gjaldoyranum størri støðufesti. Eisini varð ført fram, at Ísland hevði havt gagn av at knýtt seg tættari at Evropa í einari tíð við vaksandi geopolitiskari óvissu í Norðuratlantshavi og Arktis.

 

Framvegis partur av evropeiska samstarvinum

 

Úrslitið merkir ikki, at Ísland tekur seg úr verandi samstarvi við ES.

 

Ísland heldur fram sum partur av Evropeiska búskaparsamstarvinum, EBS, og hevur tí framvegis atgongd til innara marknaðin hjá ES. Landið er eisini við í Schengen-samstarvinum um frían ferðafólkaflutning.

 

Ísland fær sostatt nógv av búskaparligu fyrimununum við ES-samstarvinum uttan at vera limur og uttan at hava atkvøðurætt, tá ES samtykkir reglur, sum seinni verða settar í gildi gjøgnum EBS.

 

Ein óloystur spurningur er nú, hvat skal henda við formligu íslendsku umsóknini um ES-limaskap.

 

Ísland søkti um limaskap í 2009 eftir fíggjarkreppuna. Samráðingarnar steðgaðu, eftir at ein ES-ivasom stjórn tók við í 2013.

 

Stjórnin hevur áður lagt upp til, at Altingið skal taka støðu til, um gamla umsóknin formliga skal takast aftur.

 

USA virðir avgerðina

 

Amerikanska stjórnin hevur boðað frá, at hon virðir avgerðina hjá íslendska fólkinum.

 

Ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið sigur, at USA vil styrkja samstarvið við Ísland innan millum annað trygd, orku, nýskapan og búskap.

 

Óvissan um trygdina í Arktis og útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um Grønland vóru partur av bakgrundini fyri fólkaatkvøðuni.

 

Íslendska stjórnin hevði framskundað atkvøðugreiðsluna, sum upprunaliga skuldi haldast í seinasta lagi í 2027.

 

Úrslitið merkir, at ES-spurningurin nú verður lagdur til viks. Men við 47,2 prosentum fyri nýggjum samráðingum og stórum meiriluta í Reykjavík er kjakið um evropeisku framtíð Íslands neyvan endaliga liðugt.