KÍ hevur eina stóra favorittstøðu móti EB/Streymi

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-EB/Streymur

Í kvøld klokkan 18.30 verður fimti og seinasti dysturin í 21. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum leiktur.

 

Á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík tekur KÍ móti EB/Streymi.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

KÍ er næstfremst í deildini við 38 stigum. EB/Streymur er nummar átta við 20 stigum.

 

20. mars endaði dysturin millum EB/Streym og KÍ við Margáir í Streymnesi við javnleiki 0-0. 30. mai vann KÍ 2-1 á EB/Streymi á vøllinum við Djúpumýru.

 

KÍ hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,13 og 1,19.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,40 og 7,50. 

 

Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 9,60 og 13,00. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##