Fyrsti filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er "No Rest for the Wicked". Eiler Fagraklett fer at innleiða sýningina. Filmurin byggir á søgu hjá týska Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), sum undir heitinum "Manor" fer fram í Føroyum. Eiler var talsmaður í LGBT+ Føroyum, sum í 2014 gav út týsku søguna "Manor" í føroyskari týðing hjá Hanusi Kamban.
Úr søguni, ið er frá 1885, hevur Rasmus Birch skrivað filmshandritið.
Myndini er tikin í Reinsarínum í Mentunargøtuni hjá Tórshavnar kommunu leygarkvøldið. Tá var fyrsta sýning í Havnar Bio. Hon var fyri innbodnum, ið høvdu verið við í filmsgerðini. Frá vinstru, síggjast Sofia Nolsøe Mikkelsen, Lars Bredo Rahbek, Kjartan Hansen, Kasper Kalle, Jón Hammer, Egor Venned, Hans Tórgarð og Sámal Blak.
Í filmaðu søguni eru vit í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Balduri (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr. Hin fremmandi er danski hvalaveiðimaðurin Helgi (Pilou Asbæk), ið vekir nakað í føroyska Balduri. Sum frá líður taka djúpar kenslur seg upp, sum sjónliga spíra teirra millum. Tá ein sorgarleikur syndrar sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina. Men Baldur og Helgi halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra millum. Teir stríðast til deyðan - og enn longur.
"No Rest For the Wicked" er annar spælifilmur hjá danska leikstjóranum Kasper Kalle. Hin fyrsti var "Christian IV - Kongens sidste rejse" (2018).
Leikarar eru Egor Venned, Pilou Asbæk, Sofia Nolsøe (Ásla), Kjartan Hansen (Súni), Jóhannes Haukur Jóhannesson (Jákup) og Brimheim (Beinta).
Lars Bredo Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth.
Charades í París stendur fyri altjóða søluni.
Umframt søguna "Manor" úr Vágum hevur týski Karl Heinrich Ulrichs, sum var løgfrøðingur og politikari, eisini sagt eina søgu úr Sumba, "Der Mönch von Sumbö" (Leipzig 1885).
Sýningarnar hjá Filmsfelagnum, ið eru almennar, eru hvørt mikukvøld í Havnar Bio, sum er einasti og seinasti biografur í landinum. Filmsfelagið hevur tikið stig til fundir við Tórshavnar kommunu, at framtíðartryggja rætta upplivingarrúmið at síggja film í.
2/9 kl 20:00 No Rest for the Wicked (Kasper Kalle Danmark Føroyar Ísland 2026 103 min)









