Søgur um 24. desember eru ikki bara søgur um jólafrið, og tað, sum er í menniskjum góður tokki.
24. desember í 1865 stendur, sum eitt myrkt kapitul í amerikonsku søguni. Júst hendan dagin fyri 150 árum síðani, 24. desember í 1865 stovnaðu menn, sum høvdu verið partur av suðurstatsherinum í amerikanska borgarakrígnum undanfarnu fýra árini óndsinnaða felagsskapin "Ku Klux Klan".
Tað vóru menn í býnum Pulaski í deilríkinum Tennessee, sum stovnaðu felagsskapin. Navnið Ku Klux Klan er ein samanrenning av grikskum og keltiskum/skotskum orðum. "Klan" merkir ættarbólkur á keltiskum, og Ku Klux var tikið frá grikska orðinum "Kyklos", sum merkir ein kringur, ella ein sirkul, sum tað eitur á føroyskum gerandismáli.
Felagsskapurin vildi við valdsgerðum virka ímóti, at littir amerikumenn fingu atkvøðurætt og vald í teimum ymisku suðurstatunum. Felagsskapurin gjørdi seg eisini inn á hvít fólk, sum virkaðu fyri, at littir amerikumenn fingu javnbjóðis rættindi.
Undir forsetatíðini hjá Ulysses S. Grant, árini 1869-1877 var sligið hart niður á felagsskapin, og í 1882 staðfesti hægsti rætturin í USA, at felagsskapurin virkaði ikki í tráð við amerikonsku grundlógina. Felagsskapurin tyktist at doyggja út við endan av 19. øld, men aftaná aldarskiftið fekk felagsskapurin eina endurføðing.
Í 1910-unum og í 1920-unum tóku nógv hvít fólk undir við felagsskapinum. Felagsskapurin framdi valdsgerðir bæði ímóti littum, jødum, katolikkum og tilflytarum úr Evropa, sum streymaðu til USA tá. Felagsskapurin følnaði aftur í teimum kargu 1930-árunum.
Í 1950-unum og í 1960-unum fóru aftur nógv hvít fólk í serliga suðurstatunum at taka undir við felagsskapinum aftur. Tá var tað fyri at stríðast ímóti, at littir amerikumenn fingu øll tey samfelagsrættindi, sum hvít fólk hava. Hetta stríðið tapti Ku Klux Klan væl og virðiliga, og í 1964 staðfesti stjórnin hjá Lyndon B. Johnsson, forseta, at littir amerikumenn skuldú hava øll rættindi, sum allir aðrir amerikanskir ríkisborgarar. Lyndon B. Johnsson var suðurstatsmaður sjálvur. Hann var úr Texas, og var tað ógvuliga hóskandi, at ein suðurstatsmaður skar ígjøgnum við rættvísa reforminum.
Síðani 1960-árini hevur felagsskapurin havt sera lítla undirtøku, tó so, at tað hoyrist javnan frá teimum óndsinnaðu í royna at halda lív í hesum óndsinnaða felagsskapinum, sum í dag fyllir 150 ár.
Ku Klux Klan megnar tó ikki at infiltrera amerikanska samfelagið í dag, sum teir sluppu at gera í byrjanini av 20. øld.
Tann einstaki luturin, sum gav Ku Klux Klan nógva undirtøku var filmurin "The Birth of a Nation" frá 1915, sum D.W. Griffith leikstjórnaði. Í filminum verða Ku Klux Klan framhevjaðir, sum nærum frelsandi einglar, og tey littu verða lýst, sum ónd menniskju. Filmurin, sum fyri 100 árum síðani var størsta filmsverkætlan nakrantíð ávirkaði amerikumenn á ein serliga neiligan hátt, og gav Ku Klux Klan eyka stóra undirtøku. Littir, amerikanskir søgufrøðingar hava lýst filmin hjá D.W. Griffith at verða størsta einstaka afturstigið í stríðnum hjá teimum littu í USA at vinna javnbjóðis rættindi.