150 ára minningarhald um Dollan

– Havnarmaðurin sum skrivaði heimssøgu

 

Vit hava øll sæð ótespiligu myndirnar av børnum og ungfólki við ongum hondum. Myndirnar blivu tiknar í Kongo í Afrika og ferðaðust víða um heim fyri hundrað árum síðani.

Tað var Havnarmaðurin, Daniels Jacob Danielsen, vanliga nevndur Dollin, sum fekk ræðuleikan í Kongo fram í ljósmála. Dollin vaks upp í Havn og var trúboðari í Afrika.

Daniels Jacob Danielsen, Dollin, var føddur 25. juni 1871. Sostatt eru 150 ár liðin, síðani Dollin varð borin í heim.

Hann ritaði navn sítt í heimssøguna við sínum stríði og avriki móti harðskapi móti fólkinum í Kongo.

Á 150 ára føðingardegnum verður skipað fyri minningarhaldi fyri hesum merkismanni.

Tiltakið verður fríggjadagin 25. juni frá kl.16-18.

Dollin liggur grivin í kirkjugarðinum á Svínaryggi. Fyrst verður kransur lagdur við grøvina á Svínaryggi, og síðani verður farið yvir í Auluna í Finsen til stuttar framløgur og tónleik.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. Oddur á Lakjuni fer at greiða frá um bakgrundina fyri tí, sum hendi í Kongo. Og so fer Óli Jacobsen, sum hevur skrivað bók um Dollan, at greiða frá  stríðnum hjá Dollanum fyri fókinum í Kongo og altjóða viðurkenningini, sum hann hevur fingið fyri bardaganum. Endin var, at Leopold kongur annar í Belgia mátti geva Kongo frá sær.

Tónleikur verður við Róki Jákupssyni Jakobsen, Ólavi Jakobsen og Bárði á Lakjuni. Teir eru allir í ætt við Dollan.

16:00 – Leggja krans við grøvina á Svínaryggi

16:05 – Ganga yvir í Auluna í Finsen 

16:15 – Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin

16:30 – Oddur á Lakjuni, søguliga bakgrundin fyri tí, sum hendi í Kongo. 

16:50 – Óli Jacobsen, søgan um Dollan

17:15 – Tónleikur

17:45 – Drekkamuður

18:00 - Liðugt