150 hvalir og delfinir gjørdu landgongd

Meiri enn hundrað hvalir og delfinir gjørdu landgongd á avstralsku oynni King Island um vikuskiftið

Fólk, sum komu oman á strondina á suðuravstralsku oynni King Island sunnudagin, fingu ein skelk, tí har lógu næstan 150 hvalir og delfinir, sum høvdu gjørt landgongd. Sambært sjónvarpinum CNN vóru 72 hvalir og 30 delfinir deyðar, og tað eydnaðist bjargingarfólkum at fáa meiri enn 40 aðrar hvalir og delfinir aftur á sjógv, áðrenn tey doyðu.

Hetta er aðru ferð í ár, at hvalir og delfinir í stórum tali hava gjørt landgongd har suðuri í Avstralia. Fyri einum ári síðani gjørdu 110 hvalir og 10 delfinir landgongd har vesturi á oynni Tasmania.

Avstralsku myndugleikarnir siga, at tað hendir javnan, at hvalir og delfinir koma upp á land, men tað er sjáldsamt, at so mong gera landgongd ísenn. Serfrøðingar halda, at hvalirnir og delfinirnar eru endað uppi á turrum, tá tey hava roynt at sleppa undan onkrum rovdjóri, helst einum bóghvítuhvali.