16 deyð eftir spreinging á verksmiðju í Tennessee

Ein stór spreinging á spreingievnisverksmiðju í amerikanska statinum Tennessee fríggjadagin hevur kravt 16 mannalív.

Stutt eftir spreingingina vórðu 18 fólk saknað, og fleiri enn 300 bjargingarfólk hava síðani leitað í verksmiðjuøkinum í vónini um at finna yvirlivandi.

Tvey av teimum saknaðu eru funnin í øllum góðum, tí tað vísti seg, at tey ikki vóru til staðar, tá spreingingin hendi, hóast bilar og ognir teirra vórðu funnar nærhendis staðnum.

Orsøkin til spreingingina er framvegis ókend, og myndugleikarnir hava sett kanningar í verk av hendingini.