Liðið hjá Áslu vann týdningarmiklan útisigur

Piteå hevur nú 10 stig niður til næstaftasta plássið

Savnsmynd

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen spældi allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í Piteå vunnu ein sera týdningarmiklan sigur í niðurflytingarstríðnum í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Á útivølli eydnaðist tað Piteå at vinna 2-1 á Växjö. Amerikanska Emily Gray og japanska Shiho Matsubara syrgdu fyri málunum hjá Piteå í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fyrrenn í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, at tað eydnaðist heimaliðnum at minka um munin.

 

Piteå er nummar níggju í deildini við 25 stigum fyri 22 dystir. Piteå hevur nú 10 stig niður til næstaftasta liðið, Linköping nú bert 12 stig eru eftir at spæla um. Piteå hevur sjey stig niður til Rosengård, ið er á triðaftasta plássinum, ið merkir tveir dystir móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár. So tað sær gott út hjá Áslu og liðfeløgunum at bjarga plássinum í deildini.

 

Komandi sunnudag klokkan 13 hevur Piteå heimadyst móti Kristianstad. 

 

 

 

Savnsmynd