Eyðun og hansara menn hava sett met

Við triðja málinum í tríggjar dagar syrgdu Hanus Sørensen og innskifti Martin Agnarsson fyri, at Føroyar fyri fyrstu ferð vunnu ímóti Kekkia

Tað búgva 11 milliónir í Kekkia, og tað búgva undir 55 túsund fólk í Føroyum.

 

Men á fótbóltsvøllinum eru tað 11 ímóti 11, og í kvøld hava Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnið ímóti Kekkia. Føroyar vunnu 2-1 eftir málleysan fyrra hálvleik.

 

Talan er um søguligt avrik á so mangan hátt.

 

Føroyska liðið fer fyrstu ferð nakrantíð fyri triðju ferð á rað av vøllinum við sigri.

 

Og Føroyar hava sett stigamet í einari undankapping.

 

Eyðun Klakstein og hansara menn hava 12 stig, og tað er ongantíð áður komið fyri, at Føroyar hava vunnið fleiri enn 9 stig í einari undankapping.

 

Sigursmálið skoraði Martin Agnarsson, tá ið tað restaðu 10 minuttir. Hetta var annað málið hjá honum á landsliðnum. Tað fyrra var 1-0 sigursmálið í Gibraltar fyri einum mánað síðani.

 

Merkisvert er tað, at Martin Agnarsson hevði verið á vøllinum í minni enn ein minutt, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu trillaði bóltin í tóma málið. Eisini innskifti Meinhard E. Olsen var treiskur og vann bóltin, tá ið verjuspælið var lítið sannførandi.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki løgdu Føroyar seg fyri fyrstu ferð nakrantíð á odda ímóti Kekkia. Málskjútti var Hanus Sørensen, sum harvið skoraði fyri triðju ferð í tríggjar dagar. Hann skoraði tvey mál, tá ið Føroyar hóskvøldið vunnu 4-0 ímóti Montenegro.

 

Uppspælið var framúr gott, tá ið Árni Frederiksberg úr høgru spældi KÍ liðfelagan Jákup B. Andreasen, sum úr vinstru legði bóltin fyri føturnar á Hanusi, sum takkaði fyri, meðan Meinhard E. Olsen syrgdi fyri, at tað í høgru var breidd í álopsspælinum.

 

Í 78. minutti javnaði Kekkia til 1-1 eftir støðugt og øgiligt trýst í nakrar minuttir. Tá kendist møðin at vera øgilig, men tað gav av álvara mót, styrki, kraft, úthaldni og sjálvsálit, tá ið tað bara tríggjar minuttir seinni eydnaðist at skora 2-1 sigursmálið.

 

Øgiligur fagnaður á og ikki minst kring Tórsvøll.

 

Italski dómarin legði fýra minuttir aftrat, og tað eydnaðist at halda tørn.

 

Ein vágin uppstilling og ilt at skilja at tríggir spælarar vórðu skiftir út sammett við hóskvøldið ímóti Montenegro. Soleiðis vóru tað fleiri, sum hugsaðu og góvu til kennar undan dystarbyrjan.

 

Nú dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, er tað Eyðun Klakstein, sum er heilt stóri sigursharrin, og tað var dyggiliga prógvað, hvussu týdningarmikið tað er, at avloysararnir eru góðir og grammir.

 

Vit bíða eftir heilt stóra úrslitinum, hevur venjarin fleiri ferðir endurtikið. Í kvøld hava vit vunnið ímóti Kekkia.

 

Framúr!

 

Og til lukku Eyðun Klakstein og allir hinir!!

 

##med2##

 

Føroyar – Kekkia 2-1 (0-0)

 

1-0: Hanus Sørensen 67.

 

1-1: Adam Karabec 78.

 

2-1: Martin Agnarsson 81.

 

Dómarabólkur úr Italia: Andrea Colombo, Giovanni Baccini, Davide Imperiale og Luca Pairetto (4. dómari)

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg (Jóannes Bjartalíð, 80.), Géza Dávid Turi (Noah Mnenéy, 85.), Brandur H. Olsen (Jákup B. Andreasen, 55.), Hanus Sørensen (Martin Agnarsson, 80.) – Jóan Símun Edmundsson (Meinhard E. Olsen, 55.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Páll Andrasson Klettskarð, Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Jann Julin Benjaminsen

 

Gult kort: Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen, Jóannes K. Danielsen

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen