VIDEO: Her eru málini frá minniliga sigrinum á Tórsvølli

(Video) Her eru málini frá dystinum Føroyar-Kekkia 2-1 (0-0)

Mynd: Álvur Haraldsen

Føroyska fótbóltslandsliðið hevur í kvøld skrivað nógva søgu við glæsiliga 2-1 sigrinum á Kekkia í HM-undankappingardystinum á Tórsvølli. Liðið hevur við 12 stigum sligið gamla stigametið, ið var níggju stig. Hetta er eisini fyrstu ferð í søguni, at okkara vinna tríggjar undankappingardystir á rað.

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen. 

 

HER  ber til frá danska TV2 at síggja málini frá 2-1 sigrinum á Tórsvølli. 

 

Føroyar – Kekkia 2-1 (0-0)

 

1-0: Hanus Sørensen 67.

 

1-1: Adam Karabec 78.

 

2-1: Martin Agnarsson 81.

 

Dómarabólkur úr Italia: Andrea Colombo, Giovanni Baccini, Davide Imperiale og Luca Pairetto (4. dómari)

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg (Jóannes Bjartalíð, 80.), Géza Dávid Turi (Noah Mnenéy, 85.), Brandur H. Olsen (Jákup B. Andreasen, 55.), Hanus Sørensen (Martin Agnarsson, 80.) – Jóan Símun Edmundsson (Meinhard E. Olsen, 55.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Páll Andrasson Klettskarð, Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Jann Julin Benjaminsen

 

Gult kort: Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen, Jóannes K. Danielsen

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen

 

 

 

Mynd: Álvur Haraldsen