Í dag og í kvøld vóru átta HM-undankappingardystir leiktir kring Evropa.
Í bólki L gagnnýtti Kroatia, at Kekkia snávaði á Tórsvølli. Kroatia vann ein tryggan 3-0 sigur á Gibraltar, har kroatar enntá brendu eitt brotsspark. Á Tórsvølli var dysturin, ið nógv verður tosað og skrivað um kring Evropa, nevnliga føroyski 2-1 sigurin á Kekkia.
Kekkia er fremst í bólkinum við 16 stigum fyri seks dystir. Kekkia er nummar tvey við 13 stigum fyri fyri sjey dystir, og Føroyar eru nummar trý við 12 stigum fyri sjey dystir. Montenegro hevur seks stig, og Gibraltar er aftast við ongum stigi.
14. november verður leikt soleiðis: Kroatia-Føroyar. 17. november verður leikt soleiðis: Montenegro-Kroatia og Kekkia-Gibraltar.
Í bólki C stendur kappingin um hvør blívur fremst og næstfremst millum Danmark og Skotland. Danmark gagnnýtti griksku verjumistøkini í Parkini, og vann 3-1 á Grikkalandi. Danmark skoraði øll málini undan steðginum. Skotland vann tepran 2-1 sigur á Belarus á Hampden leikvøllinum í Glasgow.
Aftaná fýra umfør hava Danmark og Skotland 10 stig hvør. Danmark hevur tó munandi betri málmun. Grikkaland hevur trý stig, og Belarus hevur einki stig. Grikkaland kann í mesta lagi røkka níggju stigum.
15. november verður leikt soleiðis: Danmark-Belarus og Grikkaland-Skotland. Skotland og Danmark leika bólkafinalu á Hampden leikvøllinum 18. november.
Í bólki G vunnu Niðurlond á heimavølli stórsigur 4-0 á Finnlandi. Í sama bólki vann Pólland á útivølli 2-0 á Litava.
Niðurlond eru fremst í bólkinum við 16 stigum fyri seks dystir. Pólland er nummar tvey við 13 stigum fyri seks dystir. Finnland hevur 10 stig fyri sjey dystir, og Litava hevur trý stig fyri tveir dystir. Malta er aftast í bólkinum við tveimum stigum fyri seks dystir.
14. november verður leikt soleiðis: Pólland-Niðurlond og Finnland-Malta.
Í bólki H fekk Eysturríki ein kjaftfisk, tá teir á útivølli móti Rumenia vóru fyri fyrsta tapinum og stigamissinum. Virgil Ghita skoraði rumenska sigursmálið langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Í sama bólki vann Kýpros á útivølli stórsigur 4-0 á San Marino.
Eysturríki er fremst í bólkinum við 15 stigum fyri seks dystir. Bosnia Hersogovina er nummar tvey við 13 stigum fyri seks dystir. Rumenia er nummar trý við 10 stigum fyri seks dystir. Kýpros hevur átta stig fyri sjey dystir, og San Marino er aftast í bólkinum við ongum stigi.
15. november verður leikt soleiðis: Kýpros-Eysturríki og Bosnia Hersogovina-Rumenia.
Kroatia-Gibraltar 3-0 (1-0)
1-0 Toni Fruk ('30 )
2-0 Luka Sucic ('78 )
3-0 Martin Erlic ('96)
Føroyar-Kekkia 2-1 (0-0)
1-0 Hanus Sørensen ('67 )
1-1 Adam Karabec ('78 )
2-1 Martin Agnarsson ('81 )
Skotland-Belarus 2-1 (1-0)
1-0 Che Adams ('15 )
2-0 Scott McTominay ('84 )
2-1 Gleb Kuchko ('96)
Danmark-Grikkaland 3-1 (3-0)
1-0 Rasmus Højlund ('21 )
2-0 Joachim Andersen ('40 )
3-0 Mikkel Damsgaard ('41 )
3-1 Christos Tzolis ('63 )
Niðurlond-Finnland 4-0 (3-0)
1-0 Donyell Malen ('8 )
2-0 Virgil van Dijk ('17 )
3-0 Memphis Depay, br. ('38 )
4-0 Cody Gakpo ('84 )
Litava-Pólland 0-2 (0-1)
0-1 Sebastian Szymanski ('15 )
0-2 Robert Lewandowski ('64 )
San Marino-Kýpros 0-4 (0-1)
0-1 Loizos Loizou ('9 )
0-2 Stelios Andreou ('59 )
0-3 Grigoris Kastanos, br. ('67 )
0-4 Andronikos Kakoullis ('79 )
Rumenia-Eysturríki 0-1 (0-0)
1-0 Virgil Ghita ('95)