Í dag endurtók amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann ukhugsar at lata Ukraina langtberandi tomahawk-krússararakettir.
- Eg fari at siga russiska forsetanum, at um hann ikki endar kríggið, fari eg at umhugsa at senda Ukraina tomahawk-rakettir.
Hetta segði Donald Trump sambært Reuters umborð í Air Force One-flogfarinum við tíðindafólk, nú hann var á veg til Ísraels.
Hann segði eisini, at hann fer at tryggja Ukraina eina nýggja sending av vápnum eftir ynski frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
Tomahawk eru langtberandi krússararakettir, sum eru framleiddar í USA, og sum kunnu røkka neyvum málum langt inni í Russlandi.