Tað endaði javnt millum Teis og Óla

Eitt stig lá eftir í Esbjerg, tá GOG var á vitjan

Føroyingauppgerð var í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag. Í Blue Water Dokken høllini í Esbjerg tóku Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg móti Óla Mittún og liðfeløgunum í GOG. 

 

Dysturin endaði við javnleiki 24-24. Í steðginum var Ribe-Esbjerg á odda 15-12. 

 

Teis stóð seg væl í dag, bæði í verju og álopi, og hann skoraði fýra mál upp á fýra málmøguleikar, og hann legði eisini upp til eitt mál (assist).  Hjá Óla lá ikki líka væl fyri. Óli skoraði eitt mál upp á fimm málmøguleikar. Óli vann tó liðnum hjá sær tvey brotskøst. 

 

GOG er nummar fýra í deildini við níggju stigum fyri sjey dystir. Ribe-Esbjerg er á áttanda plássinum við seks stigum fyri sjey dystir.