160 runnu í Klaksvík

Renning: Tað var avbera góð undirtøka at renna hálvt marathon í Klaksvík leygardagin, har tað serliga hjá monnunum gjørdist ein spennandi kapping

Leygardagin varð skipað fyri TF Klaksvík ½-marathon í Klaksvík, har heili 160 rennarar luttóku. Nógvir av landsins fremstu rennarum luttóku á 21km langa teininum, meðan onnur áhugað eisini kundu velja at renna ein styttri tein, ið var sjey kilometrar langur.
Hjá kvinnunum vann veteranurin Rigmor N. Arge púra greitt, meðan tað hjá monnum var meiri spennandi. Har vann 17 ára gamla stórtalentið Marnar Djurhuus á Tórshavn Marathon-meistaranum, Halli Holm. Munurin var bara 18 sekund.
Kappingin var annars skipað í ymiskar aldursbólkar frá teimum yngru og heilt upp til super-veteranar, har eitt nú 74 ára gamli Harry Hansen av Toftum fullførdi langa teinin við tíðini 2.04.59.

[email protected]

Úrslit, TF Klaksvík ½-marathon

Menn


Nr.
Startnr.
Tíð
Fornavn
Eftirnavn
Føðiár
Býur
Felag
1
596
1.20.17
Marnar
Djurhuus
1995
Morskranes
TREYSTI
2
190
1.20.35
Hallur
Holm
1967
Tórshavn
BRAGDIÐ
3
183
1.21.22
Henry
Olsen
1964
Tórshavn
BRAGDIÐ
4
97
1.23.11
Borgar
Biskopstø
1962
Klaksvík
TREYSTI
5
282
1.23.44
Sam
Vang
1970
Hoyvík
BRAGDIÐ


Kvinnur







Nr.
Startnr.
Tíð
Fornavn
Eftirnavn
Føðiár
Býur
Felag
1
229
1.35.59
Rigmor N.
Arge
1969
Tórshavn
HVIRLAN
2
243
1.38.07
Duruta Reginsdóttir á
Lofti
1969
Argir
BRAGDIÐ
3
149
1.41.01
Ann
Thomsen
1966
Tórshavn
BRAGDIÐ
4
449
1.44.32
Helga Súsanna
Johansen
1981
Klaksvík
TREYSTI
5
247
1.44.54
Beinta Hoydal
Joensen
1971
Hoyvík
BRAGDIÐ