1638 fólk búgva í Fuglafjarðar kommunu, og 1638 fólk búgva í Nes kommunu.
Tað siga nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya fyri mai í ár.
Hyggja vit eftir Fuglafjarðar kommunu, búgva 1628 fólk í Fuglafirði og á Kambsdali, og á Hellunum búgva 10 fólk.
Hetta gevur 1638 fólk tilsamans, sum er ein minking á tríggjar borgarar í mun til mai 2025.
Hyggja vit eftir Nes kommunu, sum hevur tríggjar bygdir, siggja tølini soleiðis út:
Toftir 1101, Nes 377 og Saltnes 160 - ella tilsamans 1638 fólk, sum er ein vøkstur á 44 fólk í mun til mai 2025.
Dávur Juul er borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu og Súni í Hjøllum, sum hevur konu úr Fuglafirði, er borgarstjóri í Nes kommunu.
Seinnu árini hevur Nes kommuna havt stóran fólkavøkstur.
Borgarstjórin, Súni í Hjøllum, hevur sagt, at hóast Nes kommuna er Føroya nýggjasti býur, er kommunan í dag ikki minsti býur.
Fáar kommunur í Føroyum hava so nógv vinnuligt virksemi, roknað yvir fólkatalið, sum Fuglafjørður hevur.
Í Fuglafirði er meira enn ríkiligt av arbeiði til arbeiðsføra fólkið, sum her býr, og fleiri fólk úr øðrum bygdum hava sítt livibreyð í Fuglafirði.
Seinni árini hevur Nes kommuna havt stóran fólkavøkstur, og eingin ivi er um, at tað hevur havt sín týdning, at Eysturoyartunnilin kemur upp í Nes kommunu.











