17 ósvaraðir spurningar

Vanlukkan við kýpriska Helios-flogfarinum er ein tann størsta gátan í altjóða flogferðslusøguni. Nógvir spurningar eru ósvaraðir

Kýpriski forsetin, Tassos Papadopoulos hevur sagt, at teir, sum høvdu skyldina av vanlukkuni, verða avdúkaðir og revsaðir, sama hvørjir teir eru. Men enn er langt á mál.
Flogfarið var av slagnum Boeing, og ein umboðsmaður hjá verksmiðjuni sigur við grikska blaðið TA NEA, at tað eru nógvir spurningar, sum bíða eftir svari. Heru eru 17 teirra:
1. Hvat var tað, sum hendi í flogfarinum, og sum gjørdi, at báðir flogskipararnir mistu ræðið á tí ísenn?

2. Hví fekk stýrimaðurin sær ikki iltmaskuna fyri andlitið, tá flogskiparin fór úr stýrihúsinum?

3. Hvar var flogskiparin, tá tey bæði griksku jagaraflogførini vórðu send at kanna, hvat bagdi kýpriska flogfarinum?

4. Higartil eru líkini av 118 av teimum 121, sum við vóru, funnin? Hví er líkið av flogskiparanum ikki funnið?

5. Hvussu ber tað til, at kýpriska flogfelagið sigur seg ikki vita, hvussu gamlar flogternurnar og tænararnir vóru? Felagið hevur sagt, at tær vóru ímillum 20 og 30 ára gamlar. Visti felagið so lítið um manningina?

6.Hvussu væl kendi manningin neyðhjálparskipanina umborð á flogfarinum?

7.Iltmaskurnar hjá ferðafólkunum duttu niður undan loftinum, tá trýstið fall, soleiðis sum tær eiga at gera. Flogskipararnir høvdu eina eyka iltskipan. Hví virkaði hon ikki?

8.Flogskipararnir mistu ikki vitið beinanvegin av vantandi ilt, og teir skuldu tí havt tíð til at taka flogfarið niður í 12.000 fóta hædd, har nóg mikið er av ilt. Varnaðust teir ikki ávaringarljóðini?

9.Flogfarið datt niður, tí tað hevði einki brennievni eftir, eftir at tað hevði flogið næstan tveir tímar við sjálvsstýrara. Hvussu nógv brennievni fekk flogfarið, áðrenn tað fór á flog úr Larnaka á Kýpros?

10.Flogskipararnir á teimum báðum jagaraflogførunum sóu inn í Helios-flogfarið, sum var í 34.000 fóta hædd tá. Har frystir næstan 60 stig. Hvussu ber tað til, at frost ikki hevði lagt seg á vindeyguni, um luftskipanin og trýstskipanin ikki virkaðu?

11.Grikska verjumálaráðið vil ikki siga, um ætlanin var at skjóta flogfarið niður, um tað kom inn yvir Athen. Men hví vil verjumálaráðið ikki siga, hvørjir teir báðir jagaraflogskipararnir vóru? Hava myndugleikarnir kortini okkurt, sum teir dylja?

12.Hví vilja griksku myndugleikarnir ikki vátta upplýsingar um, at jagaraflogførini tóku film av kýpriska flogfarinum?

13.Sambært griksku myndugleikunum fekk kýpriska flogfarið boð um at fara niður í 14.000 fóta hædd, so tað kundi loysa trupulleikarnar við luftskipanini. Men hví fór flogfarið seinni upp í 34.000 fóta hædd? Hildu flogskipararnir, at brekið var umvælt?

14.Tað sama flogfarið hevði trupulleikar við trýstskipanini í fjør, og sambært grikska blaðnum Kathimerini noyddist tað at neyðlenda á Rhodos í 2003, og seinni bleiv tað afturhildið eitt samdøgur í Newcastle í Bretlandi. Fólk, sum flugu við flogfarinum fyri nøkrum vikum síðani, siga, at tá vóru trupulleikar við trýstinum. Hvussu ber tað til, at flogfarið slapp at flúgva?

15.Nær varnaðist floghavnin í Athen, at okkurt var á vási, og hví hevði floghavnin einki samband við flogfarið fyrr enn ein hálvan tíma eftir, at tað var komið í grikskt loftrúm?

16.Sambært blaðnum Khatimerini hava loftferðslumyndugleikarnir í Kýpros ikki tann neyðuga førleikan á summum økjum, og tí eru teir ikki mettir sambært ES-reglunum. Hvussu álítandi eru so tey flogloyvi, sum teir hava givið flogfelag-num Helios?

17.Helt Helios Airways, sum er tað fyrsta privata flogfelagið í Kýpros, altjóða ásetingarnar um flogtrygd?

Millum annað hesir spurningarnir skulu hava svar fyri endaliga at staðfesta, hví 121 fólk lótu lív við Grammatiko norðan fyri Athen seinasta sunnudag.