170 ára gamalt manskór á vitjan

12. juni verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum við donskum manskóri, sum hevur 170 ár á baki.

Fríggjakøldið 12. juni klokkan 19 verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum við einum donskum manskóri, sum kallast Horne Manskór.

 

Kórið kemur úr Horne á Suður Fjóni, sum liggur seks kilometrar vestan fyri Faaborg.

 

Manskórið varð stovnað í 1845, og tað er í sambandi við teirra 170 ára stovningardag, at kórið vitjar í Føroyum.

 

Kórið vitjar í døgunum 11.-15. juni. Tað verður bert tann eina konsertin, men á ferðini í Føroyum fer kórið eisini at gera ymiskar útferðir.

 

- Horne Manskór, sum telur 45 mans, syngur klassiskan kirkjusang, sálmar og vísur. Talan er bæði um gamlan og nýggjan tónleik - alt frá opera til musical, veit Nes kommuna at siga í dag.