175 bjargað í Grønlandi í fjør

Bjargingartænastan fór 82 ferðir til útkall

Grønlendska bjargingartænastan bjargaði í fjør 175 neyðstøddum fólkum á landi og sjógvi.

Tað vísir ein uppgerð, sum blaðið Sermitsiaq endurgevur.

Bjargingartænastan var útkallað 82 ferð til neyðstøður. 53 ferðir var neyðstøðan á sjónum, har fólk vóru komin illa fyri umborð á skipum ella jollum, ella vóru dottin á sjógv.

175 av teimum 183 neyðstøddu fólkunum vórðu bjargað. Fýra fólk vóru funnin druknað, og fýra fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur.