18,5 milj. krónur á bók


Kommunumál

Í aðrari grein á hesi síðuni verður víst á, at skattainntøkan hjá Nes kommunu í 2002 var stívliga 27 milj. krónur. Hetta eru 2 milj. krónur meira, enn roknað varð við, tá ið árið byrjaði.
  Skattaprosentið hetta árið var 19,9 eins og árið fyri, og tá ið partafelagsskatturin ikki øktist, er greitt, at øktu inntøkurnar í fyrsta lagi stava frá eini øking í skattainntøkuni hjá borgarunum.
  Nes kommuna átti við árslok 2002 18,5 milj. krónur á bók. Talið við ársbyrjan var 11,99 milj. krónur.
  Samanumtikið kann sigast, at fíggjarliga orkan hjá kommununi hevur verið brúkt til útstykkingar, eldraøkið, fríðkan og havnalagið. Somuleiðis er peningur settur av til skúlabygging og vetrarfriðing.