Bulgarsk løgregla varð boðsend til ein lastbil, har 18 fólk vórðu funnin deyð – Foto: Stoyan Nenov/Reuters

18 fólk funnin deyð í lastbili í Bulgaria

Ein lastbilur við afganskum migrantum var í gjár funnin í Bulgaria. 18 deyð, og 34 eru á sjúkrahúsi

 

Bulgarsk løgregla varð boðsend til ein lastbil, har 18 fólk vórðu funnin deyð – Foto: Stoyan Nenov/Reuters

18 fólk vórðu í gjár funnin deyð í einum lastbili í Bulgaria. Førarin varð rýmdur.

Tað upplýsir innanríkisráðið í Bulgaria.

– Sambært okkara fyribils vitan flutti lastbilurin migrantarnar ólógliga – tilsamans umleið 40 fólk, sum goymdu seg undir timbri, sum varð flutt við bilinum, upplýsir innanríkisráðið.

Í gjárkvøldið segði embætismaður, at tað vóru 52 migrantar »krógvaðir undir timbri í lastbilinum« 34, sum vóru á lívi, eru flutt á sjúkrahús til viðgerðar.

Sambært einum ákæra, Borislav Safarov, vóru migrantarnir úr Afganistan.

Safarov greiðir eisini frá um orsøkina, sum tey halda var til, at fleiri doyðu.

– Sambært fyribils upplýsingum okkara eru tey kvald. Tað vóru ov nógv fólk á ov lítlum plássi, sigur hann.

– Um vit hugsa um talið av deyðu , so er tað tann hendining við migrantum í Bulgaria, sum hevur kravt flest mannalív, sigur ákærin.

 

##med2##

Fólk í økinum boðaðu løgregluni frá, um henda forlætna lastbilin, sum stóð nærindis bygdini Lokorsko umleið 20 kilometrar í ein landnyrðing úr høvuðsstaðnum Sofia.

Síðani varð farið at leita eftir mannasmuglarum, sum hildið verður hava koyrt lastbilin og eru farnir frá honum.

Seinni í gjár vórðu fýra bulgariskir ríkisborgarar handtiknir í málinum.

ES landið Bulgaria virkar mangan sum vegur inn í ES hjá migrantum.

##med3##

 

Landið hevur roynt at stramma trygdina fyri at forða fólki ólógliga at koma um markið. Millum annað er eftirlitið hert á 234 kilometra langa píkatráðsstikinum, sum er á næstan øllum markinum til Turkalands.

Bulgaria hevur fingið atfinningar fyri at hava farið illa við fólkum, sum eru komin um markið frá Turkalandi. Nakrir asylsøkjarar siga, at teir eru tvungnir at fara umaftur marki, afturhildnir ella álopnir.

/ritzau/AFP

 

##med4##

 

##med5##

 

Bulgarsk løgregla varð boðsend til ein lastbil, har 18 fólk vórðu funnin deyð – Foto: Stoyan Nenov/Reuters

Nikolay Doychinov/AFP/Ritzau Scanpix

Stringer/AFP/Ritzau Scanpix

Nikolay Doychinov/AFP/Ritzau Scanpix

Nikolay Doychinov/AFP/Ritzau Scanpix