1,8 milliónir í nevndarsamsýningum

Tá nevndarval verður í BankNordik seinni í mánaðinum stilla allir fýra nevndarlimirnir, ið eru fyri vali, Stine Bosse, forkvinna, Rúni Vang Poulsen, næstformaður, Jógvan Jespersen og Súsanna Poulsen, uppaftur.


Tað boðar bankin frá í lýsing fyri ársaðalfundin, har tað eisini framgongur, at ein nevndarsessur í føroyska bankanum kann vera eitt gott ískoyti til persónligu fíggjarliga støðuna hjá fólki.


Stine Bosse, nevndarforkvinna, er millum teirra, ið stendur fyri vali. Sum nevndarformaður fær Stine Bosse eina samsýning á 600.000 krónur árliga, ið er ein mánaðarløn á 50.000 krónur.


Stjórin í Smyril Line, Rúni Vang Poulsen stendur eisini fyri vali. Rúni Vang Poulsen fær í sínum leikluti sum næstformaður í nevndini 400.000 krónur um árið. Tað er ein mánaðarløn á umleið 33.000 krónur um mánaðin aftrat sínum vanliga fulltíðarstarvi.


Tveir nevndarlimir eru eisini fyri vali. Tey eru Súsanna Poulsen og Jógvan Jespersen. Saman við Tórhalli Olsen og Kenneth M. Samuelsen fáa tey 200.000 krónur um árið fyri at røkja nevndarsessin í BankNordik, ið er umleið 17.000 krónur um mánaðin.


Tilsamans rindar BankNordik harvið árliga 1,8 milliónir krónur í nevndarsamsýningum til forkvinnu, næstformann og nevndarlimir.