Eiðis bygdaráð hevur seinastu mánaðirnar viðgjørt báðar verkætlanirnar, og á bygdaráðsfundunum 24. februar og 28. apríl 2026 varð byggiloyvi givið til byggingina.
Eiðis kommuna skrivar, at tað eru lokalu fyritøkurnar Sp/f Búð og JUUL Grevstur, sum standa aftanfyri verkætlanirnar. Báðar ætlanirnar eru staðsettar á Gerðisvegi við góðum útsýni yvir fjørðin.
Tørvurin á fleiri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikum á Eiði hevur verið sjónligur í eina tíð. Áhugi er bæði frá fólki, sum ynskja at seta búgv í kommununi, og frá teimum, sum longu búgva her, men ynskja ein annan og kanska minni bústað.
Nýggju verkætlanirnar eru tí eitt týdningarmikið íkast til bústaðarútboðið í kommununi.
Fleiri nýggir bústaðir kunnu eisini hava eina positiva ávirkan á verandi bústaðarmarknað. Royndir frá eldri íbúðarbygging í økinum vísa, at bæði yngri og eldri hava áhuga fyri íbúðum. Tá fólk, sum longu búgva í kommununi, flyta úr einum størri sethúsi í ein minni og nýggjari bústað, kann tað samstundis hava við sær, at fleiri sethús koma út á marknaðin.
Soleiðis kunnu nýggju verkætlanirnar ikki bara geva 18 nýggjar bústaðir, men eisini vera við til at skapa størri rørslu og fleiri møguleikar á bústaðarmarknaðinum sum heild.
At tvær lokalar fyritøkur velja at gera so stórar íløgur í nýggjar bústaðir á Eiði, er góð menning í bygdini.
Fleiri bústaðarmøguleikar eru ein týðandi fortreyt fyri, at fólk kunnu seta búgv, verða búgvandi og flyta aftur til kommununa. Tí er tað gleðiligt, at hesar verkætlanirnar nú eru komnar so langt.
Vónin er, at nýggju bústaðirnir fara at nøkta ein part av eftirspurninginum og samstundis geva enn fleiri møguleika at finna ein bústað, sum hóskar til teirra tørv.










