Innflutningurin úr Íslandi er vaksin 278 milliónir krónur eftir einum ári.
Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya fyri 12 mánaða tíðarskeiðið frá juli 2025 til juni 2026.
Ísland er sostatt landið uttan fyri ES, haðani føroyski innflutningurin er vaksin mest.
Tilsamans innfluttu Føroyar vørur fyri knappar 11,8 milliardir krónur í uppgerðarárinum. Tað eru góðar 1,2 milliardir krónur – ella 11,8 prosent – meira enn undanfarna 12 mánaða tíðarskeið.
Innflutningsvirðið vaks í øllum vørubólkum uttan í bólkinum „ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni“.
Serliga innflutningurin av matvørum vaks nógv. Hann var næstan 374 milliónir krónur, ella 16 prosent, størri enn árið fyri.
Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum vaks samstundis knappar 161 milliónir krónur. Sambært Hagstovuni snýr hetta seg fyri tað mesta um rapsolju.
Minni brennievni – hægri virði
Virðið á innflutta brennievninum og øðrum oljuúrdráttum vaks nærum 48 milliónir krónur, svarandi til 3,1 prosent.
Nøgdin av innfluttum brennievni minkaði kortini við nærum 29.000 tonsum.
Í juni var miðalvirðið á øllum innfluttum oljuúrdráttum 6,20 krónur fyri kilo. Til samanberingar var tað 4,20 krónur í februar og 8,50 krónur í apríl.
Meiri innflutt úr Evropa
Innflutningurin úr ES vaks knappar 275 milliónir krónur. Av hesum stava góðar 120 milliónir frá oljuúrdráttum, meðan innflutningurin av akførum vaks góðar 132 milliónir krónur.
Úr evropeiskum londum uttan fyri ES vaks innflutningurin góðar 312 milliónir krónur. Hetta stavar serliga frá djórarunnari olju og maskinum til ídnaðarbrúk.
Innflutningurin úr hesum londum er seinastu árini vaksin úr umleið 100 milliónum krónum um mánaðin upp í millum 300 og 400 milliónir krónur um mánaðin.
Av einstøku vørubólkunum vaks innflutningurin av planturunnari olju og feitti 116,8 milliónir krónur, meðan innflutningurin av akførum vaks 144 milliónir.
Hinvegin minkaði innflutningurin av tilfari til net, trol og nótir munandi.
Kelda: Hagstova Føroya










